Skip to main content

Rúmdina

Komið og kannið

Høvundur :

Sólrún Harðardóttir,

Price :

<p>48.00 kr.</p> <p><a href="http://bms.fo/ShopItem/90031/0/5801" target="_blank">Keyp útgávuna</a></p>

Rúmdina Henda bókin er um rúmdina. Hon er ætla at brúka í miðdeild fólkaskúlans í náttúru og tøkni. Í bókini kanna vit jørðina, sólina, mánan og gongustjørnur í okkara sólskipan. Martin Næs hevur týtt úr íslendskum og Spf Gramar hevur tillagað og umsitið prentingina. Bókin fæst í Bókamiðsøluni og í bókahandlunum.

Føroya Skúlabókagrunnur hevur samstarvað við íslendska Námsgagnastofnun innan talgilt undirvísingartilfar og vanligar bøkur. Fyrr eru talgild læruspøl løgd á heimasíðu grunsins og nú eru fýra bøkur týddar úr íslendskum, og klárar at brúka í yngstu flokkunum.

Bøkurnar eru partar av røðini Komið og kannið og snúgva seg um kroppin, bilin, køkin og rúmdina. Bøkurnar leggja upp til at næmingarnir læra seg at eygleiða úr einum virknum náttúrufrøðiligum sjónarhorni.

Í somu røð Komið og kannið er eisini ein upprunaføroysk bók gjørd. Hon er um føroyska landnámið og vendir sær til miðdeild fólkaskúlans í søgu. Eyðun Rannváarson hevur skrivað hendingaríku søguna um landnámið og Óli P hevur teknað við stuttligum penni.

Rúmdina
Rúmdina