Skip to main content

Skygni 3B - Næmingabók

Næmingabók

Høvundur :

Benny Syberg, Henry Schultz, Ivan Christensen,

Price :

<p>98.00 kr.</p> <p><a href="http://bms.fo/ShopItem/90023/0/5655" target="_blank">Keyp útgávuna</a></p>

Hetta er nýggj roknibók til 3. flokk og framhald av Skygni 3A. Til útgávuheildina Skygni 3B eru næmingabók, læraramappa og avritssíður í Avritsmappuni 3A og B. Stórar broytingar eru gjørdar í mun til fyrru roknibókina til 3. flokk. Uppgávurnar eru umskipaðar og nýggjar tekningar eru í litum.

Nýggja roknibókin er sætta bókin í eini nýggjari dagførdari røð av roknibókum til fólkaskúlan, har føroyski gerandisdagurin er grundstøðið, tá børnini skulu læra talfatan, talfimi og støddfrøðilig hugtøk.

Lærugrein: Støddfrøði

Støddfrøðin er ikki bara eitt amboð at brúka í gerandisdegnum. Hon hevur eisini sín egna heim eins og t.d. skaldskapur, tónleikur, málningalist og ítróttur. Í hesum støddfrøðiheimi fara næmingarnir at ferðast tíðum. Nýggja tilfarið leggur eisini upp til at arbeiða við ymiskum tilfari, t.d. ítøkiligum lutum, spølum og avritssíðum. Haraftrat verður lagt upp til samskifti og spurdómar um støddfrøðilig evni. Børnini skulu eggjast til at undrast og til sjálv at koma við hugskotum til loysnir, sum tey síðani kunnu royna og at enda greiða flokkinum frá.

Skygni 3B - Næmingabók
Skygni 3B - Næmingabók