Skip to main content

Slóðir

- Vit greina og túlka stuttsøgur

Slóðir er grundbók í bókmentafrálæru í føroyskum á miðnámsstøði, men partar av bókini kunnu eisini verða nýttir í teimum hægstu flokkunum í framhaldsdeildini. Evnið er stuttsøgur og stuttsøgugreining. Í bókini eru 35 stuttsøgur, tær flestu eftir føroyskar rithøvundar. Roynt hevur verið at savna søgur, ið ikki standa í øðrum frálærubókum. Søgurnar eru skipaðar eftir ávísum bókmentaligum hugtaki. Undan hvørjum parti er frágreiðandi og ástøðiligur tekstur, m.a. um tey vanligastu og hentastu greiningaramboðini. Til allar søgurnar eru eisini uppgávur gjørdar, ið vísa á, hvussu lesarin kann koma til eina heildartolking.

Slóðir
Slóðir