Skip to main content

Søga 5, eitt land í menning - Læraravegleiðing

eitt land í menning

Høvundur :

Erling Isholm,

Price :

<p>598.00 kr.</p> <p><a href="http://bms.fo/ShopItem/90182/0/8349/STK" target="_blank">Keyp útgávuna</a></p>

Menning er eitt yvirskipað evni í søgubókini. Menningin av føroyska samfelagnum fyllir nógv í flestu pørtunum í bókini

Læraravegleiðingin til Søga 5, eitt land í menning er eins og næmingabókin býtt upp í 9 partar, og hava partarnir sama heitið sum í næmingabókini. Í hvørjum parti verður sagt frá endamálinum við tekstinum í næmingabókini, einar tríggjar síður eru um fakliga innihaldið, umframt hugskot til undirvísingina. Fremst er vegleiðing um netbókina, pappírsbókina og frámerki, sum eru í Søga 5, eitt land í menning.

Søguklípi leggur dent á at siga frá søguligum brotum um persónar ella hendingar, sum vóru í 17. og 18. øld.

Á ferð við sýslumanninum leggur dent á arbeiðið hjá einum sýslumanni í tíðliga í 19. øld.

Reinur býur leggur dent á at siga frá um menningina, sum fer fram innan reinføri í Havn í  19. øld.

Føroyar gerast fiskivinnusamfelag sigur frá, hvussu fiskivinna hjá føroyingum mentist frá bóndasamfelagnum fram til seinna heimasbardaga.

Føroyar hersettar er um seinna heimsbardaga og nakrar av hendingunum, sum fóru fram krígsárini.

 vinnur út at arbeiða sigur frá menningini, sum er í samfelagnum eftir kríggið, og hvussu tað var, tá ið kvinnur í stórum tali fóru út um heimið at arbeiða.

Bilar og vegir leggur dent á menningina innan samferðslukervið frá tí, at fyrsti bilurin kom til landið.

Fótbóltur og søga sigur frá um fyrsta fótbóltsfelag í landinum og hvussu fótbóltur er mentur síðan seinast í 19. øld.

Frá telefonlinju til tráðleyst samband leggur dent á søguna um telesamskiftið í Føroyum í 20. og 21. øld.

Til hvønn partin eru hugskot til undirvísingina. Her eru hugskot um, hvussu arbeiðast kann við nógvum av uppgávunum í bókini, umframt hugskot um øðrvísi uppgávur enn tær, sum eru at finna í næmingabókini.

Bókin kostar 598,-kr.

Søga 5, eitt land í menning - Læraravegleiðing
Søga 5, eitt land í menning - Læraravegleiðing
  • 598.00 kr.

    Keyp útgávuna