Skip to main content

Søga okkara 2 - Arbeiðshefti

Arbeiðshefti

Høvundur :

Jens Christian Carlsson, Jørgin M. Árnason við Úlvsá,

Price :

<p>68.00 kr.</p> <p><a href="http://bms.fo/ShopItem/null/0/3443" target="_blank">Keyp útgávuna</a></p>

ÿtlanin við arbeiðsheftinum er at arbeiða meira við teimum evnum, ið næmingurin hevur verið ígjøgnum í søgubókini. Hvør táttur er skipaður við spurningum og kjak- og verkevnum. Næmingurin finnur beinleiðis svar í bókini til spurningarnar. Spurningarnir eru settir soleiðis, at næmingurin finnur svarini við at arbeiða frameftir í sjálvari søgubókini.

Kjak- og verkevnini leggja upp til, at næmingurin sleppur at virka sjálvstøðugt og royna sítt hugflog einsæris og í bólki. Hugsanin er eisini, at flokkurin í hesum partinum kann vitja søvn, fornminni og onnur støð, ið kunnu hava samband við evnið. Eisini er gjørligt, við støði í drúgva bókmentalistanum aftast í bókini, at arbeiða víðari við ávísum evnum. Arbeiðshefti til Søgu okkara 2 leggur upp til eitt fjølbroytt arbeiðslag, har bæði tørvurin hjá einstaka næminginum og flokkinum verður havdur í huga.

Søga okkara 2 - Arbeiðshefti
Søga okkara 2 - Arbeiðshefti