Skip to main content

Støddfilmar (heimasíða)

Støddfrøði gjøgnum stuttfilmar

Author :

Poul Laksáfoss,

Tilfarið er býtt sundur eftir evnum í støddfrøðini. Fimm bólkar verða viðgjørdir: brot, klombur og potensar, líkningar, krossskipan og funktiónir, eindarsirkul og trigonometri. 

Til hvønn bólkin eru einir 14 stuttfilmar á 2-5 minuttir. Filmarnir eru skipaðir sum talvuundirvísing við myndum og talu.

Henda heimasíðan er í fyrsta lagið ætlað til eyka venjingar hjá næmingum í 9. og 10. flokki og næmingum í miðnámsskúlunum, men eisini teimum, sum hava tørv á at fríska kunnleikan til grundleggjandi støddfrøði upp aftur.

Niðanfyri er pdf-fíla at skriva út til næmingarnar, so kunnu teir skanna QR kodur og koma beint inn á tann bólkin teir ynskja at venja.

Tilrættarlagt og forritað heimsíðu hevur Ísak Z. Laksafoss.

Lærugrein: Støddfrøði