Skip to main content

Stutt mállæra. Uppgávur til 9. flokk

Høvundur :

Harry Davidsen, Anna Maria Reinert Jensen,

Price :

<p>78.00 kr.</p> <p><a href="http://bms.fo/ShopItem/90142/0/5140" target="_blank">Keyp útgávuna</a></p>

Stutt mállæra er ætlað næmingum í 8. og 9. flokki. Í hesum heftinum, Uppgávur til 9. flokk, kunnu næmingarnir arbeiða við teimum evnum, sum verða viðgjørd í mállæruni.

Lærarin kann gjøgnumganga mállæruna og so lata næmingar loysa uppgávurnar í heftinum, sum eru um sama evni. Raðfylgjan í arbeiðsbókini er ikki tann sama sum í mállæruni, men í innihaldsyvirlitinum sæst, hvørji evni verða viðgjørd í teimum 45 uppgávunum. Til tær einstøku uppgávurnar er greinatal, sum vísir til ta greinina í Stuttari mállæru, sum viðger sama evni. Í heftinum eru eisini ymsar orðagátur, ið eru at rokna sum eykatilfar til ítrivs. Harafturat verða uppgávur til mállæruna eisini lagdar út á heimasíðuna.

Stutt mállæra. Uppgávur til 9. flokk
Stutt mállæra. Uppgávur til 9. flokk
  • 78.00 kr.

    Keyp útgávuna