Skip to main content

Talbók

Vit rokna

Høvundur :

Katrin Gullbein,

Talbók er ætlað fyrsta flokki sum ískoytistilfar í undirvísingini í støddfrøði. Bókin gevur næminginum møguleika at arbeiða miðvíst við tølunum 1-100. Talbókin er í trimum pørtum: Fyrsti partur tølini 0-9, annar partur tølini 10-100 og triði partur er verklig evni.

Talbók er ætlað fyrsta flokki sum ískoytistilfar í undirvísingini í støddfrøði. Høvundur er Katrin Gullbein, lærari. Astrid MacDonald hevur gjørt tekningarnar í bókini. Bókin gevur næminginum møguleika at arbeiða miðvíst við tølunum 1-100. Talbókin er í trimum pørtum: Fyrsti partur, tølini 0-9, er væl hóskandi í byrjanarundirvísingini, tá ið dentur verður lagdur á at venja talskriving, tøl og mongdarlæru. Annar partur, tølini 10-100, stuðlar somuleiðis mongdarlæru og talvenjing. Hóskandi er at fara undir henda partin, tá ið næmingarnir hava lært tey smærru tølini. Triði partur, tær seinastu 13 síðurnar, eru verklig evni, sum flokkurin kann arbeiða við í stutt ella long tíðarskeið. Næmingarnir loysa uppgávurnar í felag. Læraravegleiðing er aftast í bókini.

Talbók
Talbók