Skip to main content

Unlock Advanced Features with Ledger Live, the technologically advanced wallet that ensures the safety and efficient management of your diverse cryptocurrency portfolio.

Útgávuyvirlit

Teskispælið

Krabbabók

Høvundur :

Morten Dürr,

”Fáar barnabøkur seta ljóskastaran á harðskap ímóti børnum. Tí er Teskispælið er kærkomin bók, sum eg avgjørt viðmæli.” Soleiðis skrivaði Margrethe Brun Hansen, barnasálarfrøðingur, tá ið nýggja bókin eftir Morten Dürr, Teskispælið, kom út í heyst.

Í Danmark verður mett, at 18 prosent av børnunum í aldrinum 11-12 ár eru fyri harðskapi ella eru hótt við harðskapi av foreldrum sínum, skrivar Barnaráðið í einum áliti í 2007.

Teskispælið snýr seg um Annu, sum er nýggja gentan í flokkinum. Hon sigur ongantíð nakað. Ein dagin spæla genturnar teskispæl, og Anna er við. Anna teskar: ”Pápi mín slær meg.”Tað er Morten Dürr, ið hevur skrivað. Hann skrivaði eisini Leið meg, Samira, ið kom út í krabbarøðini í fjør. Henda bókin varð heiðrað við Skrivaraprísinum.

Peter Bay Alexandersen hevur teknað.

Poulina Slættanes týddi. Bókin er bólkað til 4. torleikastig. Hon kostar kr. 75.

Teskispælið
Teskispælið