Skip to main content

Unlock Advanced Features with Ledger Live, the technologically advanced wallet that ensures the safety and efficient management of your diverse cryptocurrency portfolio.

Útgávuyvirlit

Tónlæra 2

Næmingahefti

Høvundur :

Hans Henning Christiansen,

 Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

Tónlæra 2 er ætlað 2. flokki (kanska 3. við) og fevnir um tað mesta, ið nevnt verður í lesiætlanini fyri tónleik í yngru flokkunum. Høvuðstættirnir í tónleikafrálæruni í fólkaskúlanum eru sangur, samanspæl, rørsla og tónlæra. Frálæran stendur ikki einsamøll, men verður knýtt at ymiskum tónleikavirksemi, bæði við ljóðførum, rødd og skapandi virksemi, sum fremur tónlistarligt hugskygni, royndir og tilvitsku.

Innihaldið í Tónlæru 1 og 2 er m.a. at smíða løg, leggja til rættis og at improvisera. Tónatilfarið, sum nýtt verður, er avmarkað, at løgini ikki skulu verða ov torfør at spæla. Við at nýta eitt avmarkað tónatilfar ber betur til at leggja dent á at arbeiða við klangi og dýnamikki, leggja løgini til rættis fyri tey ymisku ljóðførini og at improvisera. Fatanin av tónleiki verður framd við royndum og vitvíst at arbeiða við, hvussu løg verða skipað, bæði við ljóðførum, rødd og skapandi virksemi, sum fremur tónlistarligt hugskygni, royndir og tilvitsku. Royndir fáa vit av at spæla tónleik, í samanspæli. Tilvitskan kemur við teim royndum, vit gera. Tað skapandi virksemi, vit gera, tá ið vit leggja til rættis løg, finna uppá (improvisera) og smíða løg (komponera), er av stórum týdningi fyri tónleikamenningina. Í Tónlæru 2 verður dentur lagdur á tílikt virksemi. Aftast í læraravegleiðingini eru dømi um møguleikar at improvisera, tá ið vit hava sang. Í læraravegleiðingini eru uppskot til einføld fylgispøl til sangir/samanspæl. Í læraravegleiðingunum, sum eru til hvørt næmingahefti, eru arbeiðshættir og hugskot til hvørja næmingasíðu, og til Tónlæru 1, 2 og 3 eru fløgur við fylgispølum til allar venjingar og øll løgini. P-fakskipan Tónlæruheftini eru væl egnað í skúlum, har tónleikatímarnir eru skipaðir í p-fak. Tá hava næmingarnir í minni bólkum høvið at hava tónleik fleiri tímar um vikuna í eitt styttri tíðarskeið. Tá ber ikki so væl til at siga, á hvørjum floksstigi heftini eiga at verða nýtt. Byrjar p-fakskipanin í 3. flokki, so er bara at byrja við Tónlæru 1 (2) tá.

Tónlæra 2
Tónlæra 2