Skip to main content

Tónlæra 3

Næmingahefti

Høvundur :

Hans Henning Christiansen,

Tónlæra 3 er ætlað 3. flokki (kanska 4. við) og fevnir um tað mesta, ið nevnt verður í lesiætlanini fyri tónleik í yngru flokkunum. Tónlæra 3 er í høvuðsheitum skipað sum Tónlæra 1 og 2.

Høvuðstættirnir í tónleikafrálæruni í fólkaskúlanum eru sangur, samanspæl, rørsla og tónlæra. Frálæran stendur ikki einsamøll, men verður knýtt at ymiskum tónleikavirksemi, bæði við ljóðførum, rødd og skapandi virksemi, sum fremur tónlistarligt hugskygni, royndir og tilvitsku. Fatanin av tónleiki verður framd við royndum og vitvíst at arbeiða við, hvussu løg verða skipað, við puls- og tíðarbilskenslu, umframt við teimum møguleikum, klangur og ljóðstyrki (dynamikkur) geva. Nótaskipanin verður viðgjørd við tónanøvnum, einføldum nótavirðum og taktsløgum. Tað eru ymiskar meiningar um, hvussu nógv vit skulu gera burturúr nótalæru í vanligu tónleikatímunum. Spæla vit, tí vit skulu læra nótar, ella læra vit okkum nótar, so vit kunna spæla? Hava nótarnir (eyguni) ella oyruni størstan týdning, tá ið vit spæla tónleik? Vit hjálpast væl uttan eyguni, men ongantíð uttan oyruni. Sangurin verður ikki reinari, um vit duga allar nótarnar uttanat. Og puls- og rytmukensla verða ikki betri, um vit kenna øll nótavirðini. Vit verða fimari at spæla við at spæla. Nótar eru góður stuðul til at minnast og til at fáa betri yvirlit, men teir økja ikki um tónagávurnar. Í læraravegleiðingunum, sum eru til hvørt næmingahefti, eru arbeiðshættir og hugskot til hvørja næmingasíðu, og til Tónlæru 1, 2 og 3 eru fløgur við fylgispølum til allar venjingar og øll løgini.

Tónlæra 3
Tónlæra 3