Skip to main content

Tónlæra 4

Namingahefti

Høvundur :

Hans Henning Christiansen,

Tónlæra 4 er ætlað 4. flokki (kanska 5. við).

Hon er í fýra pørtum:

1. um løg, sum eru sett saman av ostinatum ella sekvensum

2. um akkordir, har nortið verður við, hvussu vit seta røttu akkordina á rætta stað. Ljómborð verður tikið við í samanspælið. Í innsíðuni á permuni er prentað eitt venjiljómborð.

3. um at spæla bassguitar, har roynt verður við grundtónabassi og veksilbassi. Bassgrípibrettið er prentað á innsíðuni á permuni, so næmingarnir kunnu venja at seta fingrar á rætta stað.

4. løg til samanspæl, har vit spæla lag, akkordir og bass.

Parturin um bassspæl eigur at koma aftan á partin um akkordir. Annars nýtist bókin ikki at verða brúkt úr enda í enda. Aftast í næmingabókini er ein klaffur at breiða út við mynd av ljómborði. Har eru 3 oktavar í (næstan) fullari stødd. Sjálvandi er tað ein neyðarslig loysn í staðin fyri rættilig ljómborð, men tó frægari enn einki. Á pappljómborðinum ber til hjá næmingunum at venja, hvar fingrarnir skulu setast, til teir sleppa fram at ljómborðinum. Fremst í næmingabókini er ein klaffur við bassgrípibretti í fullari stødd. Um bókin verður hildin sum ein el-bassur, ber til at venja fingrarnar á vinstru hond. Í læraravegleiðingina eru arbeiðshættir og hugskot til hvørja næmingasíðu. P-fakskipan Tónlæruheftini eru væl egnað í skúlum, har tónleikatímarnir eru skipaðir í p-fak. Tá hava næmingarnir í minni bólkum høvið at hava tónleik fleiri tímar um vikuna í eitt styttri tíðarskeið. Tá ber ikki so væl til at siga, á hvørjum floksstigi heftini eiga at verða nýtt. Byrjar p-fakskipanin í 3. flokki, so er bara at byrja við Tónlæru 1 (2) tá.

Tónlæra 4
Tónlæra 4