Skip to main content

Tónlæra 4 - Læraravegleiðing

Læraravegleiðing

Høvundur :

Hans Henning Christiansen,

Tónlæra 4 er ætlað 4. flokki (kanska 5. við). Í læraravegleiðingina eru arbeiðshættir og hugskot til hvørja næmingasíðu.

Tónlæra 4 er í fýra pørtum:

1. Um ostinat og sekvens

2. Um akkordhugtakið

3. Um einfalt bassspæl

4. Um løg til samanspæl

Parturin um bassspæl eigur at koma aftan á partin um akkordir. Annars nýtist næmingabókin ikki at verða brúkt úr enda í enda.

Tónlæra 1, 2, 3 og 4 byggja á ta hugsan, at tað at arbeiða vitvíst og skapandi við tónleiki hevur stóran týdning fyri tónleikamenningina hjá næminginum, og at tónleikur fyrst og fremst er felagsíðkan – samanspæl. Ljóðførini, sum verða nýtt, eru rimaspøl, t.e. klokkuspøl, metalofonir og xylofonir, sum nógvir skúlar munnu eiga og eru annars ikki so kostnaðarmikil at keypa. Hvør næmingur skal helst hava sítt ljóðføri. Á Tónlæru 4 verða ljómborð og el-bassur tikin við í samanspælið.

Tónlæra 4 - Læraravegleiðing
Tónlæra 4 - Læraravegleiðing