Skip to main content

Tú ert hetja mín!

Hvussu børn kunnu berjast ímóti covid-19

Týðari :

Bergur Rasmussen

Málbólkur: børn 6-11 ár

“Tú ert hetja mín” er ein søga fyri børn í øllum heiminum, sum eru ávirkað av COVID-19 farsóttini.

Foreldur, umsorganarfólk ella lærarar eiga at lesa bókina “Tú ert hetja mín” saman við barninum ella einum

bólki av børnum. Mælt verður ikki til, at barnið lesur bókina sjálvt uttan stuðul frá einum foreldri, umsorganarfólki ella lærara.

Tað er altíð ábyrgdin hjá teim vaksnu at hjálpa børnunum at halda tilmælini. Børn eru ikki menningarliga før fyri at minnast at halda tilmæli ein heilan dag. Og tey vaksnu eiga ikki at leggja ábyrgd á børnini at minnast til at vaska sær um hendurnar gjøgnum ein dag ella at hava ábyrgd av, at tey ikki skulu smitta onnur.

Tað er uppgávan hjá teimum vaksnu vinarliga at minna børnini á at vaska sær um hendurnar ella at spritta, tá ið tey koma inn ella fara út. Og vit skulu minna tey á, at tey vaksnu hava høvduðsábyrgd av at loysa avbjóðingina við korona.

Bókin gevur føroysku børnunum møguleika at læra um, hvussu ymiskt børn hava tað í sambandi við korona kring heimin. Í Føroyum eru ongir stórbýir, har útgangsforboð er, so børn í Føroyum kunnu altíð fara út at spæla, tá ið foreldrini loyva tí ...

©IASC, 2020. Hendan útgávan var givin út undir Creative Commons Attribution-NonCommercial-ShareAlike 3.0 IGO avtalu (CC BY-NC-SA 3.0 IGO; https://creativecommons.org/licenses/by-nc-sa/3.0/igo). Undir treytunum í avtaluni, hevur tú loyvi at endurútgeva, týða og tillaga hetta verkið til ikki-vinnuligt endamál, um so er, at verkið er hóskiliga endurgivið.