Skip to main content

Vár - Snípubók - 1 fjøður

Snípa. 1 fjøður

Høvundur :

Sólrún Michelsen,

Teknari :

Astrid MacDonald

 Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

Vár er gul Snípubók, ið er ætlað 1. - 3. flokki. Bókin er ætlað sum ískoyti til lesibókina, og tí eru høvuðspersónarnir í søguni nevndir Hervør og Høgni sum í lesibókini.
Søgan er ein fitt lýsing av várinum, har børnini eru úti í urtagarðinum og eygleiða mongu fuglarnar, ið reiðrast har.

Sólrún Michelsen hevur skrivað, og Astrid MacDonald hevur teknað.

Hetta er onnur bókin í eini røð av ískoytislesibókum. Tann fyrsta bókin, Morgun, kom út í 2003.

Tað serliga við hesum bókunum er, at tær eru prentaðar í tveimum ymiskum útgávum. Onnur løtt lisin við einari fjøður á permuni til næmingar, ið hava heldur ilt við at lesa, og hin miðal løtt við tveimum fjaðrum á permuni til teir næmingar, ið hava lætt við at lesa. Hetta átti at gjørt tað lættari hjá lærarunum at laga undirvísingina til einstaka næmingin, samstundis sum allir næmingar floksins kunnu lesa somu bók á ymiskum torleikastigi. Snípurøðin Snípurøðin er eitt samstarv millum Føroya Skúlabókagrunni og Bókadeild Føroya Lærarafelags, har bøkur ætlaðar til lesivenjingingar verða flokkaðar eftir torleikastigi. Tær gulu snípurnar eru ætlaðar 1. - 3. flokki, tær bláu snípurnar 4. - 6. flokki og tær vínreyðu snípurnar 7. flokki og eldri. Á hvørjum liti eru trý torleikastig: 1 fjøður er løtt bók 2 fjaðrar er miðal torfør bók 3 fjaðrar er torfør bók

Vár - Snípubók - 1 fjøður
Vár - Snípubók - 1 fjøður