Skip to main content

Virkið

Virkisbúskapur

Høvundur :

Heðin Samuelsen,

Price :

<p>10.00 kr.</p> <p><a href="http://bms.fo/ShopItem/90188/0/4677" target="_blank">Keyp útgávuna</a></p>

Henda bókin er ein av fýra í virkisbúskapi, sum eru ætlaðar til nýtslu í handilsskúla og øðrum miðnámsskúlum. Á handilsskúlanum er Virkið ætlað lærugreinini virkisbúskapur í hægri handilsútbúgving. Innihaldið í bókini er í høvuðsheitum búskapur, virkiskarmurin, virkið og umhvørvi, og virksemið í høvuðsdeildunum: keypsdeild, framleiðsludeild, søludeild og fyrisitingardeild. Umframt til undirvísingina í skúlunum er bókin eisini ætlað til sjálvlestur hjá teimum, sum hava áhuga fyri virkisbúskapi.

Fyrsta bókin í hesi røðini, Bókhald og ársroknskapur eftir Olav Absalonsen kom út í 1999. Tær fýra bøkurnar í røðini Virkisbúskapur eru: Virkið, sum Heðin Samuelsen hevur skrivað Fyriskipan, sum Heðin Samuelsen hevur skrivað Kostnaðarlæra, sum Olav Absalonsen hevur skrivað Bókhald og ársroknskapur, sum Olav Absalonsen hevur skrivað (tó hevur Heðin Samuelsen skrivað 19. kapittul). Fýra uppgávubøkur eru eisini til røðina.

Virkið
Virkið