Skip to main content

Vit í Norðurlondum

Arbeiðsbók - til lærara og næming

Høvundur :

Ole B. Clausen, Jón Ingi Ejdesgaard,

Saman við øðrum tilfari kann Vit í Norðurlondum verða brúkt í tvørfakligum arbeiði um Norðurlond nú. Í arbeiðsbókini eru uppskot til næmingaarbeiði við sjónbondum, kortum, tekstum, hagtølum og myndum úr næmingaheftunum. Eisini eru arbeiðsørk við uppskotum til uppgávur, sum kunnu verða broyttar, so at uppgávurnar eru hóskandi til flokkin og til tey endamál, sum sett eru til næmingaarbeiðið. Nakrar síður eru at fjølrita. Uppgávurnar kunnu læra næmingarnar at seta spurningar og fáa greiði á, hvussu náttúra og samfelag eru, og hvussu fólk búleikast ymsastaðni í Norðurlondum. Tilsamans 14 sjónbond til bókarøðina Vit í Norðurlondum kunnu lænast frá LMS.

Bóka- og sjónvarpsrøðina Vit í Norðurlondum hevur Føroya Skúlabókagrunnur givið út í samstarvi við hini Norðurlondini. Vit í Norðurlondum sigur frá, hvussu fólk lívbjarga sær í teimum sjey londunum, sum tilsamans eru Norðurlond. Vit fáa fjølbroytta mynd av náttúru, samfelagi og menning í nítiárunum. Sjónbond og næmingahefti vísa, hvussu ymiskt fólk liva í smábygdum, stórbygdum og býum. Vit í Norðurlondum er undirvísingartilfar í náttúru/tøkni, landalæru og samfelagslæru, so at næmingarnir síggja, hvussu samfelag teirra - sum onnur samfeløg - broytist, tí at t.d. samskifti og flutningur gera heimin hjá teimum minni. Vit í Norðurlondum er um ymisk rák uppi í tíðini: hátøkni verður meira brúkt, vinnubýtið broytist, fólk flyta av fjarløgdum støðum, nærbýlt verður í stórbýnum, hvussu náttúrutilfeingið verður brúkt og vansar at halda náttúrugrundarlagið.