Skip to main content

Bráð er barna lund - Tekstasavn

Lesið og lærið 2

Á bókarøðini LESIÐ og LÆRIÐ eru 5 tekstasøvn við orðatýðingum og bókmentaskrá, 5 uppgávuhefti (eitt til hvørt tekstasavnið), ein lærarabók og ljóðband. Henda røðin er løgd til rættis við tí fyri eyga, at næmingar og lærarar fáa høvi at fara í dýpdina við fimm høvuðsevnum. Heitið á hvørjum tekstasavni er eisini evnið. Tekstasavn 1, 2 og 3 eru ætlað 6.-7. flokki. Men øll kunnu eisini verða nýtt í framhaldsdeildini.

Um evnið er í fyrsta lagi nærri frágreitt á kolofonsíðuni í tekstasavninum, í øðrum lagi er drúgvari frágreiðing um evnið og arbeiðshættir í lærarabókini. Dentur hevur verið lagdur á at fáa so mong tekstasløg við sum møguligt, bæði slík, ið livað hava á manna munni upp gjøgnum øldir, og slík, sum gjørdust meira heimkunnug, tá ið føroyingar fóru at skriva. Á heftunum verða myndlistaverk viðgjørd sum tekstir. Tekstasavn 4 og 5 eru ætlað 7.-8. flokki. Men øll kunnu eisini verða nýtt í framhaldsdeildini.

Bráð er barna lund - Tekstasavn
Bráð er barna lund - Tekstasavn