Skip to main content

Jólagávur - Snípubók - 2 fjaðrar

Snípa. 2 fjaðrar

Høvundur :

Sólrún Michelsen,

Teknari :

Astrid MacDonald

 Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur  

Hetta er fjórða bókin í røðini gul Snípubók, ið er ætlað 7 til 10 ára gomlum børnum sum ískoyti til lesibókina, og tí eru høvuðspersónarnir í søguni nevndir Hervør og Høgni sum í lesibókini.

Hinar bøkurnar í røðini eru Morgun, Vár og Abbi og apan.

Jólagávur er ein fitt jólasøga, har Hervør og Høgni finna upp á ráð, tá tey skulu geva mammu og pápa jólagávur. Tá er gott at eiga eina ommu í nánd, og tað er ikki altíð neyðugt at fara til handils at finna røttu jólagávurnar. Tekningarnar eru livandi og siga væl frá søgugongdini.

Tað serliga við hesum bókunum er, at tær eru prentaðar í tveimum ymiskum útgávum. Onnur løtt lisin við einari fjøður á permuni til børn, ið hava heldur ilt við at lesa, og hin miðal løtt við tveimum fjaðrum á permuni til børn, ið hava lætt við at lesa. Hetta átti at gjørt tað lættari hjá lærarunum at laga undirvísingina til einstaka næmingin, samstundis sum allir næmingar floksins kunnu lesa somu bók á ymiskum torleikastigi.

Snípurøðin er eitt samstarv millum Føroya Skúlabókagrunni og Bókadeild Føroya Lærarafelags, har bøkur ætlaðar til lesivenjingingar verða flokkaðar eftir torleikastigi. Tær gulu snípurnar eru ætlaðar 1. – 3. flokki, tær bláu snípurnar 4. – 6. flokki og tær vínreyðu snípurnar 7. flokki og eldri. Á hvørjum liti eru trý torleikastig:

1 fjøður er løtt bók 2 fjaðrar er miðal torfør bók 3 fjaðrar er torfør bók

Jólagávur - Snípubók - 2 fjaðrar
Jólagávur - Snípubók - 2 fjaðrar