Skip to main content

Klípið

Mállæruvenjingar í enskum til miðnámsskúlan

Høvundur :

Bergljót av Skarði,

Price :

<p>120.00 kr.&nbsp;</p> <p><a href="https://bms.fo/nethandil/Item/6104/STK/" target="_blank">Keyp útgávuna&nbsp;</a></p>

Forlagið Ungu Føroyar gav útgávuna Klípið út

Navnið Klípið er tikið úr grótlaðing. Bøgarðarnir, sum enn síggjast víða um í Føroyum, eru eitt tað vakrasta minnið, vit hava um forfedrar okkara. At hugsa sær tað arbeiði og tað nærlagnið, sum varð lagt í hesi bygningsverk. Stórir klettar, steinar og so klípi. Klípi eru smáir steinar, sum verða brúktir til at styðja størri steinar og fylla tey hol, sum altíð mega vera í laðingini, klípi kunnu vera stór ella smá. Soleiðis eru hesi mállæruklípi ætlað at fylla tey hol, sum eru í tí málsliga vitanini hjá næmingunum, 

Bókin fylgir gjølla "Lær teg enskt" eftir Ásu Hátun og Unu Poulsen, so at tað ber til at sláa upp í báðum, um ein kannar ávíst fyribrigdi.

Í mong ár hava vit brúkt ymsar danskar og onkra hendinga enska mállæru, og síðani bókin "Lær teg enskt" kom, hevur hon eisini verið nýtt. Men saknur er í venjingum, sum hoyra til mállærufyribrigdini.

Nógvar av uppgávunum kunna lættliga svarast, um tú hevur mállæruna við síðuna av, so ber til at skifta ímillum og kanna, um tú gert rætt so hvørt.

Forlagið Ungu Føroyar geva út. Á heimasíðuni unguforoyar.fo ber til at lesa um aðrar áhugaverdar útgávur hjá forlagnum, og viðhvørt eru sertilboð til skúlar og skúlafólk.

Klípið
Klípið