Skip to main content

Nem í fimta - Lærarabók

Høvundur :

Anne-Mette Hermansen , Inger-Lise Lund, Stina Abildgaard, Susannne Gjessing, Trine Ferdinand,

Price :

<p>598.00 kr.</p> <p><a href="https://bms.fo/nethandil/Item/8590/STK/" target="_blank">Keyp útgávuna</a></p>

Læraravegleiðingin til Nem í fimta er býtt í tveir partar, Vegleiðing um føroyskt og Vegleiðing til partarnar.

Í Vegleiðing um føroyskt er yvirlit yvir bókaheildina, frágreiðing um lærugreinahugsan og lærusjónarmið í Nem í fimta og lýsing av lærugreinini føroyskt.

Í Vegleiðing til partarnar verður víst á, hvussu tekstirnir í bókini kunnu lesast, og greitt verður frá uppgávunum í pørtunum.

Nem í fimta er í seks pørtum, og hvør partur leggur dent á okkurt ávíst:

Kalt niður eftir bakinum  leggur dent á søgur og listarverk, sum fáa tað at renna kalt niður eftir bakinum.

Sansa lýrikkin leggur dent á yrkingar og listasniðið í yrkingum.

Ljós á lýsingar snýr seg um lýsingar sum serstakan miðil, har serligar snildir verða nýttar.

Inni í søguni leggur dent á samansettar søgur.

Orðafjas snýr seg um skapandi orðaspæl.

Vitan um barnabókmentir leggur dent á at lesa og arbeiða við yrkisteksti. Faklig lesing. 

Í bókini eru hesi tekstsløg: Søgubrot, filmur, táttur, søga, mynd, myndasøga, bræv, endurminning, frumsøgn, ritroynd, yrkistekstur, máliskur, stuttprosa, yrking, sangur, myndabók.

Bókin fæst eisini sum i-bók (netbók). Netbókin er lík pappírsbókini. Síðutøl og uppseting er tann sama. Uppgávur, myndir, ljóð- og filmsbrot eru í netbókini, sum ikki eru at finna í pappírsbókini, tó kunnu allar uppgávur skrivast út. 

Hygg at filmsvegleiðingum, hvussu tú brúkar i-bókina

Nem í fimta - Lærarabók
Nem í fimta - Lærarabók