Skip to main content

Nem í fjórða - Næmingabók

Høvundur :

Anne-Mette Hermansen , Inger-Lise Lund, Stina Abildgaard, Susannne Gjessing, Trine Ferdinand,

Price :

<p>398.00 kr.</p> <p><a href="/STK/" target="_blank">Keyp útgávuna</a></p>

Nem í fjórða er í seks pørtum, og hvør partur leggur dent á okkurt ávíst:

Ótrúligt leggur dent á eitt serstakt slag av frásagnum, sum skiftir millum fiktión og ikki-fiktión.

Søga mín leggur dent á myndasøgur og tekstslagið endurminning.

Endaleys vitan leggur dent á fakliga lesing og at arbeiða við heimasíðum.

Unnustur og ræðuskítar leggur støði undir at menna greinandi og skaldsligu førleikarnar hjá næmingunum.

Orðafjas leggur dent á at menna málfrøðiligu og orðalagsligu førleikarnar hjá næmingunum.

Litirnir tala leggur dent á litir, fagurfrøði og fagurfrøðiligar snildir umframt grannamálini íslendst og norskt.

Í bókini eru hesi tekstsløg: Søgubrot, filmur, táttur, søga, mynd, myndasøga, bræv, endurminning, frumsøgn, ritroynd, yrkistekstur, máliskur, stuttprosa, yrking, sangur, myndabók.

Bókin fæst eisini sum i-bók (netbók). Netbókin er lík pappírsbókini. Síðutøl og uppseting er tann sama. Uppgávur, myndir, ljóð- og filmsbrot eru í netbókini, sum ikki eru at finna í pappírsbókini, tó kunnu allar uppgávur skrivast út. 

Hygg at filmsvegleiðingum, hvussu tú brúkar i-bókina

Nem í fjórða - Næmingabók
Nem í fjórða - Næmingabók