Skip to main content

Pit Stop #5 - Task Book

Høvundur :

Chris Carter, Benthe Fogh Jensen,

Price :

<p>198.00 kr.</p> <p><a href="https://bms.fo/nethandil/Item/7502/STK/" target="_blank">Keyp útgávuna</a></p>

Task Book er høvuðsbókin við fjølbroyttum uppgávum umboðandi ymiskar læruhættir. Hon vegleiðir samstundis, hvussu tú brúkar Topic Book. Summar uppgávur eru kravdar, aðrar eru valfríar. Aftast er ein mállærupartur umframt vegleiðing í at seta sær mál og at eftirmeta. Uppgávubókin kann nýtast umaftur. Topic Book er skipað í 6 – 7 ymisk tema umboðandi ymisk tekstasløg. Evnini eru vald við áhuganum hjá næmingunum í huga. Fyrstu tekstirnir undir hvørjum evni eru kravdir og síðani eru nakrir valfríir. Aftast í bókini eru glosulistar og ein fløga við øllum tekstunum. Teacher’s Guide er í tveimum: - Educational Intentions fevnir um ástøði, ítøkiliga vegleiðing, ískoytisvitan og svarlista til summar uppgávur. - Copy Sheets er eitt uppgávusavn til læraran at kopiera frá. Task Book knýtir seg beinleiðis til tekstirnar í Topic Book og byrjar altíð við nøkrum kravdum fyrireikandi uppgávum, sum eita “Keywords” og “Get Started”. Hesar uppgávur skulu allir næmingarnir gera. Í “Keywords” arbeiða næmingarnir við kjarnuglosum og í “Get Started” fyrireika teir seg til evnið og/ella fara í holt við at lesa ella hoyra viðkomandi tekstin í Topic Book. Næmingarnir byrja ongantíð við Topic Book tekstasavninum. Task Book heldur fram við einum úrvali av valfríum “Tasks” uppgávum. Hvør næmingur velur í samráð við læraran, hvørjar uppgávur hann skal gera. Hetta kann t.d. vera eftir teimum “Targets”, ið næmingurin og læraran í felag hava sett sum mál, og eftir hvør lærustílur hóskar seg til næmingin. Lærarin kann eisini áseta somu uppgávur fyri allan flokkin. Frá 7. flokki er eftir hvørt evni meir og meir gjørt burtur úr at venja skrivligar og síðani eisini munnligar førleikar, sum eisini taka samanum evnið. Aftast í Task Book er ein sjálvstøðugur mállærupartur og venjingar umframt vegleiðingar í at seta sær mál. Hetta hevur ikki beinleiðis tilknýti tilTopic Book.
Pit Stop #5 - Task Book
Pit Stop #5 - Task Book