Skip to main content

Rakul og aðrar søgur

Høvundur :

Regin í Líð,

Regin í Líð er dulnevni, sum Rasmus Rasmussen, eisini nevndur Rasmus á Háskúlanum, nýtti, tá ið hann skrivaði fagrar bókmentir. Tær tríggjar stuttsøgurnar, Rakul (1907), Eyðun (1907) og Minnisvarðin (1906) eru við í hesari útgávuni. Hetta eru søgur, ið lýsa sterkar kenslur, sum vinalag, kærleika, hjartasorg og deyða, og skuldu tí tala til ung. Rakul og aðrar søgur er vínreyð Snípubók við trimum fjaðrum, og merkir tað, at hon er ætlað elstu flokkum fólkaskúlans og miðnámsskúlum.

Eir í Ólavsstovu hevur myndprýtt bókina við svørthvítum tekningum, ið lýsa persónar og umhvørvi um aldaskiftið. Rakul og aðrar søgur er Snípubók í røðini Snípa – Klassikari. Lydia Didriksen hevur viðgjørt handritið lesinámsfrøðiliga og gjørt arbeiðsuppgávurnar. Lesinámsfrøðilig viðgerð er m.a., at greitt verður frá torskildum orðum. Orðafrágreiðingar eru prentaðar í marguni. Aftast í bókini eru arbeiðsuppgávur til hvørja stuttsøgu, spurningar og frágreiðingar til myndagreining, spurningar um rithøvundin og samanberandi spurningar til allar tríggjar stuttsøgurnar í savninum. Arbeiðs-uppgávurnar eru býttar sundur eftir torleikastigi í a-, b- og c- spurningar. Jens Fredriksen, studentaskúlalærari, hevur greinað og tulkað eina mynd sum dømi um, hvussu hetta gerst. Í røðini Snípa – Klassikari verður givin út skaldskapur eftir høvundar, ið umboða sumt av tí besta, sum er skrivað á føroyskum. Hetta er onnur bókin í hesi røðini. Frammanundan er Ábal og aðrar søgur eftir Sverra Patursson givin út.

Rakul og aðrar søgur
Rakul og aðrar søgur