Skip to main content

Skygni 2A/B - Avritsmappa

Avritsmappa

Høvundur :

Ivan Christensen, Henry Schultz, Benny Syberg,

Price :

<p>598.00 kr.</p> <p><a href="https://bms.fo/nethandil/Item/5176/STK/" target="_blank">Keyp útgávuna</a></p>

Í Avritsmappuni eru ískoytisuppgávur og virknissíður til bøkurnar Skygni 2A og 2B. Avritssíðurnar eru innihaldsliga knýttar at næmingabókunum og eru tískil partur av tí samlaða tilfarinum til støddfrøðiundirvísingina í 2. flokki. Avritssíðurnar kunnu nýtast, so hvørt sum næmingabøkurnar verða gjøgnumgingnar, men tær kunnu eisini nýtast sum uppafturtøka ella sum sundurgreining av undirvísingini.

Summar avritssíður kunnu nýtast í eftirmeting av næmingunum og av undirvísingini og geva læraranum eina ábending um støðu næmingsins í læritilgongdini.

Til onkrar av avritssíðunum skal nýtast ítøkiligt tilfar sum t.d. sentiterningar og spegl.

Skygni 2A/B - Avritsmappa
Skygni 2A/B - Avritsmappa