Skip to main content

Skygni 1B til sjónveik

Til sjónveik

Høvundur :

Henry Schultz, Benny Syberg, Ivan Christensen,

Price :

<p>348.00 kr.</p> <p><a href="https://bms.fo/nethandil/Item/7083/STK/" target="_blank">Keyp útgávuna</a></p>

Einnýtisbók til sjónveik. Bókin er 20% størri enn vanliga Skygnibókin. Til útgávuheildina eru næmingabók, læraramappa og avritsmappa. 

Nýggja roknibókin er onnur bókin í eini nýggjari dagførdari røð av roknibókum til fólkaskúlan, har føroyski gerandisdagurin er grundstøðið, tá børnini skulu læra talfatan, talfimi og støddfrøðilig hugtøk. Til báðar bøkurnar, sum eru ætlaðar fyrsta flokki, eru læraramappa og avritsmappa. Mortan Dalsgarð og Edvard Olsen, lærarar, hava týtt úr donskum og lagað til føroysk viðurskifti. Edward Fuglø, Leif Jeppesen og Ingi Joensen hava myndprýtt bókina við litføgrum og frágreiðandi myndum, m.a. um flaggsøguna og um veður og vind.

Støddfrøðin er ikki bara eitt amboð at brúka í gerandisdegnum. Hon hevur eisini sín egna heim eins og t.d. skaldskapur, tónleikur, málningalist og ítróttur. Á hesum støddfrøðiheimi fara næmingarnir at ferðast tíðum. Nýggja tilfarið leggur eisini upp til at arbeiða við ymiskum tilfari, t.d. ítøkiligum lutum, spølum og avritssíðum. Haraftrat verður lagt upp til samskifti og spurdómar um støddfrøðilig evni. Børnini skulu eggjast til at undrast og til sjálv at koma við hugskotum til loysnir, sum tey síðani kunnu royna og at enda greiða flokkinum frá.

Bókin kostar 250,- kr.

Skygni 1B til sjónveik
Skygni 1B til sjónveik