Skip to main content

Tann blái sigursteinurin 2 - Ein herur av gulum eygum

Høvundur :

Margot Andreasen,

Lino heldur fram á vandaferðini við kós ímóti teimum hvítum fjøllunum og uppreistrarfólkunum. Men ódjórið Lala er ikki at spæla við, og skjótt er Lino fangaður í eini deyðsfellu.

Íblásturin til bókina er Ringanna harri eftir Tolkien. Bókin er ógvuliga spennandi ævintýr, tað ónda er veruliga til, og tú skilir sum lesari uppreistrarhugin, sum spjaðir seg um landið. Í røðini eru fýra bøkur, tann fyrsta kom fyrr í ár, og tær seinastu tvær koma eftir summarfrítíðina. Bókin eru bólkað í sætta torleikastigi.

Tann blái sigursteinurin 2 - Ein herur av gulum eygum
Tann blái sigursteinurin 2 - Ein herur av gulum eygum