Skip to main content

Tekn til børn


Tekn til børn er ætlað børnum, foreldrum og pedagogum og øllum teimum, sum tørvar eina bók við grundstøði í teknmáli, tá ið tey skulu hava samskifti við fólk, ið eru tunghoyrd ella eru deyv. Men bókina kunnu eisini tey nýta, sum hvønn dag arbeiða saman við fólki, ið onkursvegna skulu brúka tekn.

Tey deyvu hava ment teknmálið í øldir. Teknmálið er orðaríkt, hevur sína egnu mállæru, og tey deyvu nýta teknmálið á sama hátt, sum tey, ið hoyra nýta talumálið. Tilsamans eru gott 600 orð í stavrað, harav stívliga 160 serføroysk tekn eru komin við. Edny Poulsen hevur saman við limum í Deyvafelagnum staðið fyri innsavnanini av serføroysku teknunum, og Janus Guttesen hevur gjørt sera góðar tekningar til tey.

Tekn til børn
Tekn til børn