Skip to main content

Torkils døtur

Høvundur :

Sólrún Michelsen,

Torkil hevur lagt døtrum sínum eina við, at tað er vandamikið at fara einsamallar frá húsum. Gentur mugu ikki ríða einsamallar, tí ikki allir vallarar hava góðar ætlanir.

Kortini fer Katrin einsamøll á rossabaki í kirkju … Tá ið ein vallari seinni kemur til garðin hjá Torkili og tekur reyða serkin, ið Katrin var í um morgunin, upp úr pjøkanum, verður Ása ræðslusligin … Torkils døtur er nýskrivað søga, ið byggir á kvæðið Torkils døtur. Evnið í søguni er frá miðøld. Søgan um Torkils døtur livir í halgikvæðum og sagnum og er til í øllum Norðurlondum.
Bókin er myndprýdd, øll sum hon er, við litríkum, fantastiskum myndum, sum unga evnaríka Herdis Jakobsen hevur teknað.  Bókin eru bólkað í sætta torleikastigi.

Torkils døtur
Torkils døtur