HEITI
Avlopshiti | Avlopshiti frá framleiðslu. Hitin verður brúktur sum fjarhiti. Í Føroyum framleiðir SEV fjarhita á Sundi og á brennistøðini á Hjalla. |
Brennivirði | Orkunøgdin, sum verður leysgivin, tá ið evni verða brend. |
CO2 útlát | Koltvíiltu frá orkunýtslu. Í sambandi við orkuútrokningar vera bara útlát frá olju, jarðgassi og koli nýtt. |
Evnisvekt | Lutfallið ímillum nøgd (massa) og rúmd (volumen) við 4 hitastigum. T.d. hevur vatn evnisnøgdina 1,0 g/cm3. |
Gass-/dieselolja | Akfør og skip brúka dieselolja. Gass-/dieselolja verður eisini brúkt til at hita hús og virki. |
Hitapumpa | Hitapumpan virkar øvugt mótvegis einum køliskápð. Kompressarin í úti-eindini savnar og brúkar tann hitan, sum natúrliga er í luftini. Síðan verður hitin leiddur til inni-eindina, sum so gevur hita til luftina inni í húsinum. Sjálvt við minusstigum úti er hiti í útiluftini, sum hitapumpan kann útvinna. |
Joule | Mátieind fyri orku. 1 Joule = 0,239 kaloriur. |
Stand by | Elnýtslan, ið eitt tól brúkar, tá ið tað ikki er í nýtslu, men kortini ikki er slókt. |
Streym-máttur | Framleiðslan av streymi á ravmagnsverki, vindmyllum og tílík. Streymmátturin verður mátaður í eindum MW (megawatt) ella kW (kilowatt). |
Termisk elframleiðsla | Streymur, sum verður framleiddur við olju. |
Vakstrahúsárin | Meira koltvíilta (CO2) í lofthavinum ger jørðina heitari. Tað kemst av, at koltvíilta virkar sum glasið í einum vakstrahúsi. Sólarljós sleppur ígjøgnum, men tá ið varmageislingin úr jørðina fer upp í lofthavið, virkar koltvíilta sum ein forðing. Hetta nevnist vakstrarhúsárin. |
Varandi orka | Sólorka, vindorka, vatnorka, alduorka,.... |