Skip to main content
Vitlíki í undirvísing

Vitlíki í undirvísing

Her eru ítøkilig uppskot um hvussu vitlíki kann verða brúkt í undirvísingini. Her er eisini undirvísingartilfar um hvat vitlíki í grundinin er, t.d. upplegg til prát um hvussu tænastur sum Netflix og Spotify brúka vitlíki at skapa persónlig tilmæli út frá gomlum valum hjá brúkárum. Í gerandismáli verður hetta nevnt algoritmur, og tað er eitt gott dømi um praktiska nýtsla av vitlíki.

Les meira

Ítøkilig amboð, hugskot og undirvísingargongdir

Knøttur Vitliki

Itøkilig uppskot og amboð

Á hesari síðuni eru tílík ítøkilig hugskot til lærarar. Vert er tó at hava í huga, at hóast vitlíki fer at hava ein týðandi leiklut innan skúlagátt í framtíðini, so er tað bara eitt av mongum amboðum - og næmingar eiga at læra at brúka hetta amboðið við skili. Og hetta er ikki eitt amboð um kann setast inn í staðin fyri læraran. Vitlíki kann heldur verða brúkt som stuðul í gerandisuppgávum hjá lærarum, so arbeiðið gerst effektivari - serliga tá arbeitt verður við nógvum datum - t.d. skemalegging, undirvísingarætlanum, rætting av uppgávum o.ø.

Her verður eisini víst til ávís ítøkilig amboð, sum eru tøk á netinum. Í summum førum verða vegleiðingar gjørdar, og í øðrum førum fara vit at orða nakrar tankar um amboðini. Á síðuni eru amboð, sum kunnu verða brúkt í undirvísingini, t.d. til at:

  • Skriva, gera framløgur, tekst til heimasíður, AI-myndir o.a.: ChatGPT, Canva, Leonardo.Ai
  • Læra meira um okkurt evni: Khan Academy's AI-Tutor
  • Metingar og afturmeldingar: Quizlet, Google Forms, Microsoft Forms
  • Málslig amboð: DeepL, Google Translate
  • Tekst til talu: NaturalReader, Talukennari til kaga (beta), VoisIT (app)
  • Samvirkin læringsamboð: Mentimeter, Kahoot

Sal Kahn um vitlíki í skúlanum

Eitt av teimum mest kendu argumentunum fyri at brúka vitlíki í undirvísingini er, at tað kann virka sum ein persónligur hjálpari. Khan Academy er ein av heimsins fremstu felagsskapum, ið bjóða undirvísingargongdir á netinum við vitlíki. Lurta eftir hvussu hann sjálvur greiðir frá, hvussu vitlíki kann bjarga skúlanum:

Vitlíki Popup Menu
+