Skip to main content

 

 


Kili


Lyklatøl

Høvuðsstaður
Santiago

Vídd: 759.950 km2

Fólkatal: 16.888.760

Alment mál:
spanskt

Átrúnaður:
kristindómur 100%

Stýrsilag:
fólkaræðið, fleirflokkaskipan

Gjaldoyra: kilskur peso (CLP)

Kili

Kili er tað longsta og javnsmalasta land í heiminum. Landið er 4.200 km langt norður og suður, líka langur teinur sum úr Føroyum til Kanaria-oyggjar. Har landið er breiðast, ertað 180 km. Andesfjøllini, ið sum ein høgur verjugarður eru suður ígjøgnum landið, høvdu við sær, at Kili varð síðsta land í Amerika, spaniamenn løgdu undir seg. Landið loysti frá Spania í 1818. Frá 1973 til 1990 stýrdi rái einaræðisharrin Augusto Pinochet Kili, men nú eru politisku viðurskiftini broytt til tað betra. Mesta fólkið býr miðskeiðis í Kili kring høvuðsstaðin og størsta havnabýin, Valparaiso. Frukt, korn og vínber verða dyrkað í dølunum í Miðkili, har nógv vatn rennur oman úr fjøllunum. Fiskiskapur fram við kyrrahavsstrondini hevur eisini stóran búskaparligan týdning.

Norðan úr turru, steinoydnu Atacamaoyðimørkini og suður at jøkulsklæddu fjøllunum suðuri við Hornið eru næstan øll veðurlagsbelti og landslagsfyribrigdi, sum eru í heiminum. Atacamaoyðimørk í Norðurkili er ein hin turrasti staður á jørðini. Sumstaðni í Atacamaoyðimørk hevur aldri regnað, tað fólk veit. Í landbúnaðarlendinum í Miðkili er miðjarðarhavsveðurlag sum í Suðurevropa og California. Í fruktagóðu dølunum í Miðkili verður frukt dyrkað, t.d. aprikosur, ferskur og nektarinir. Syðri verður mest dyrkað av súreplum, perum og blommum. Í kalda og veðurbarda Suðurkili eru 55 gosfjøll, sum goysa, vakrir firðir, fleiri stórir jøklar byrgja dalarnar og snjóklæddir fjallatindar. Meiri enn 80% av Kili eru berlig fjøll, og næstan alt, sum eftir er, er skógur. Bara heilt lítil partur av landinum er dyrkilendi.

Einki land í heiminum brýtur so nógvan koparmálm sum Kili. Teir bróta eisini nógvan jarnmálm, kol, gull, silvur og onnur steinsløg. Høgt uppi í Atacamaoyðimørkini í Norðurkili er ein av heimsins størstu koparlindum. Námið í Chuquicamata er 4.115 m langt og 670 m djúpt. Hvørja viku verða fleiri milliónir tons av tilfari brotin og førd burtur at knúsa og vaska.

Spaniamenn tóku vínberjarunnar við sær til Kili og gróðursettu teir, so at teir skuldu fáa altarvín. Nú eru dalarnir við Santiago eitt hitt besta vínlendið í øllum Amerika. Kilskt vín er so gott og væl umtókt, at tað verður selt um allan heim.

Í øldir hava mapucheindiánar stríðst fyri frælsi. Fyrst ímóti inkunum í Peru, síðan ímóti spanska hjálandaveldinum og seinast ímóti kilsku myndugleikunum. Nú á døgum livir meginparturin av teimum 800.000 mapuche-indiánunum í friðingarøkjum sunnarlaga í landinum. Eitt fótbóltsfelag í Kili eitur Colo-Colo eftir einum gomlum mapuchehøvdingi.

Punta Arenas er syðsti býur í heiminum. Einasti landbúnaður har suðuri er seyðahald. Býurin er við Magellanssund; farleiðin, sum skipini plaga at sigla at sleppa undan at fara um veðurringa Hornið. Havnin er full av fiskiførum og skipum, sum gera kanningar við Suðurkoll (Antarktis); og hon er eisini miðdepil fyri oljuvinnu. Býurin er undir holinum í osonlagnum, og tí mega fólk har verja seg væl fyri sólini.

Stjørnufrøðingar kunnu granska klára náttarhimmalin úr Cerro Tololo í Andesfjøllum, sum er næststørsta stjørnugranskingarstøð í heiminum.

Fólkið í Mið- og Suðuramerika

Málið, søgan og mentanin í Miðamerika og Suðuramerika hava sum heild røtur aftur í hjálandatíðina. Til 1492, tá ið Kristoffur Kolumbus kom til Bahamaoyggjar, búðu bara indiánar í hesum parti í heiminum. Men eftir tað fóru fólk úr Spania og Portugal at búseta seg har í stórum tali, og nógvir afrikanar vórðu fluttir hagar úr Afrika sum trælir, helst til Karibia og Brasil. Í Karibia settu eisini mangir onglendingar, fraklendingar og niðurlendingar búgv. Tí er fólkið í hesum heimsparti nógv blandað. Spanskt er vanligasta málið í meginlandinum, saman við portugisiskum í Brasil. Í Karibia eru enskt og franskt vanligari, og í Surinam phd dissertation help video dissertation que desire t on internet assigned numbers examples of critical thinking essayser almenna málið niðurlenskt.

Fyrst í 16. øld fóru Spania og Portugal at taka sær hjálond í Miðamerika og Suðuramerika. Bæði londini sendu eisini trúboðarar at umvenda upprunafólkið til katólska trúgv. Spania tók stórar partar av meginlandinum, men Brasil, sum Portugal legði undir seg, gjørdist størsta landið og sterkast búskaparliga. Enn á døgum eru flestir suðuramerikanarar katolikkar.

Indiánarnir, ið kunnu lesa søgu sína aftur til indiánsk fólkasløg, sum búðu í Miðamerika og Suðuramerika, áðrenn niðursetufólkini úr Evropa komu hagar, eru nú bara 2% av fólkinum. Næststørsti fólkabólkurin eru fólk ættað frá afrikonsku trælunum, tey flestu búgva í Brasil og í Karibia. Í næstan øllum londum á meginlandinum eru fólk, sum eru blandað við indiánar og evropear, í meiriluta. Tey verða kallað mestitsar.

Sløk hundrað ár eftir, at spaniamenn komu til Suðuramerika, vóru 90% av indiánska fólkinum deyð. Høvuðsatvoldin var sjúkur, ið evropearar bóru við sær, til dømis pokur og meslingar. Indiánarnir høvdu ikki íborið mótstøðuføri ímóti hesum sjúkum, og teir flestu, ið vórðu smittaðir, doyðu. Nú á døgum eru indiánarnir í minniluta allastaðni uttan í Guatemala, har mangir mayaindiánar enn búgva í hálendinum, og á Andesháslættanum í Bolivia, har eftirkomarar inkafólksins búgva.

Flestu lond í Miðamerika og Suðuramerika hava ovurstóra uttanlandsskuld. Brasil er eitt av hesum londum, men skuldin er lutfalsliga lítil borin saman við inntøkurnar. Nikaragua skyldar nógv minni, men skuldin er átta ferðir so stór sum tjóðarinntøkan.

Í 20. øld vaks fólktalið nógv í heimspartinum, helst í Brasil og londunum fyri norðan. Men í flestu londunum lækkar burðartalið nú. Men av tí at stórur partur av fólkinum eru ungfólk, og at fleiri børn koma undan, av tí at heilsuviðurskiftini batna, veksur fólkatalið alsamt. Í 1990-árunum vaks fólkatalið í Mið-og Suðuramerika við uml. 80 milliónum.

Næstan tríggir av fyra suðuramerikanarum búgva í býum. Í summum londum, m.a. Kili og Uruguei, býr ein triðingur av fólkinum í høvuðsstaðnum. Mong hava verið noydd ay rýma av bygdini undan fátækadømi og arbeiðsloysi og búgva nú í ovfólkaðum, skirvisligum býlingum, sum vaksa skjótt í útryðjunum á stórbýunum.

Á øllum meginlandinum eru ovurstórir garðar, ið hava ógvuliga stór seyða- og neytafylgi og stórar lundir við sukurrørum og bananum. Útlendsk feløg ella nakrar fáar, ovurríkar familjur eiga hesar stórgarðar. Tó er øðrvísi í Kuba, har eigur stjórnin stórgarðarnar.

Flestu bøndur í hesum heimsparti eiga so lítið av jørð, at teir valla kunnu breyðføða fleiri enn tvey, trý fólk. Teir velta ein lítlanjarðarteig, og hava nøkur fá húsdýr, t.d. hønur og svín. Av tí at garðurin kann ikki føða alt húskið, mega nøkur teirra flyta heiman at fáa sær arbeiði

Suðuramerika, syðri partur

Fýra lond - Kili, ArgentinaParaguei og Uruguei - eru í hesum stóra øki, sum er helvtin av Suðuramerika . Tey verða ofta undir einum kallað "suðurstrýtan" av skapi sínum á kortinum. Eins og í norðara parti í Suðuramerika er veðurlagið ymiskt og landslagið ógvuliga fjølbroytt. Í Paraguei er tropiskt veðurlag, í Miðkili miðjarðarhavsveðurlag og undir jøklunum í Suðurargentina er bítandi kalt. Týdningarmesta landbúnðarlendið her er Pampas, ið er óføra vítt slættlendi norðan úr Uruguei og suður ímóti Patagonia í Argentina; nógv hveiti verður velt í hesum lendi. Í 1970-árunum vóru øll fyra londini kend fyri illa gitnu hernaðarstýri síni. Tey eru øll fallin, og nú er fólkaræði í londunum.

Atacamaoyðimørk í Norðurkili er turrasti staður á jørðini, og javnan eru mong ár ímillum, at tað regnar. Tá ið tað hendingaferð regnar, kemur so nógv niður, at tað oftast verður vatnflóð. Um dagin er brennandi heitt í oyðimørkini, men um kvøldið fellur hitin ógvuliga brádliga. Einasti vegur, ið lagdur er í hesari oyðimørkini, er Pan-amerikanski landavegurin.

Ógvuliga nógv mold mátti verða flutt, tá ið Itaipúbyrgingin varð gjørd um Paraná í Paraguei. Landið tók upp samstarv við Brasil um at fullføra hesa vatnorkuverkætlan, sum er ein tann størsta í heiminum. Eitt av vandamálunum, sum stóðst av, at so ovurstórt øki varð sett undir í vatni, var, at har gjørdust góðar umstøður at klekja hjá mýggjabitum, sum bera malariusmittu.

Langt suðuri í Argentina er ovurstóri morenujøkulin, sum er eitt hitt sjáldsamasta náttúrufyribrigdi í øllum syðra parti í Suðuramerika. Av og á ekur morenujøkulin langt út í Argentinovatn, so at tann bláhvíta ísrondin verður upp í 60 m høg. Sum líður frá, brýtur vatnið seg ígjøgnum ísbyrgingina, sum rivnar og loypur við buldur og brak.

Afturímóti norðaru londunum í Suðuramerika eru fáir indiánar eftir á lívi fyri sunnan; flestu indiánarnir har eru í Paraguei. Í Uruguei eru als eingir indiánar. Fjølmentastu indiánsku fólkasløgini eru kollaindiánarnir í Argentina og mataco- og mapucheindiánarnir í Mið-og Suðurkili og acheindiánarnir í Paraguei.

Mangir evropearar hava búsett seg í Suðuramerika. Í 19. og fyrst í 20. øld hevði fátækadømi í Italia við sær, at italskir verkamenn fóru til Argentina at heysta hveiti; mangir teirra komu aldri heim aftur. Verkamenn úr Spania fóru eisini til Argentina og Uruguei. Týskur trúarflokkur, mennonittar, rýmdi úr Kanada til Paraguei at vinna sær trúarfrælsi, og mangir valisar, sum vildu sleppa undan enskum yvirræði og varðveita mál sítt, settu seg niður í Argentina.

Seinastu fimmti árini er búsetingin ógvuliga nógv broytt, tí at so nógv fólk er flutt av bygd og til býirnar at sóknast eftir arbeiði. Í stórbýunum í Argentina og Uruguei var longu tá ov mikið av fólki, tí at so nógvir tilflytarar komu hagar. Annars hevur gongdin verið, at høvuðsstaðirnir eru vaksnir skjótt, og hinir býirnir hava staðið í stað; t.d. býr triðingurin av fólkinum í Argentina í høvuðsstaðnum Buenos Aires. Síðan í 1970-árunum er fólkaflytingin av bygd minkað.

Neytakjøt hevur leingi verið týdningarmikil útflutningsvøra hjá Argentina og Uruguei. Ovurstór neytafylgi ganga á biti á pampasfløtunum; best dámar bóndunum, at neytini eta grasslagið revasmæru, tí at tá verður kjøtið soltið. Vanligastu neytasløgini eru aberdeen angus og hereford, ið vórðu flutt hagar úr Evropa í 19. øld. Í Patagonia, har tað er kaldari, er nógv seyðahald, og bæði Argentina og Uruguei eru ímillum tey lond, sum senda mest av ull á heimsmarknaðin.

Kelda:  Heimsins lond. Bókadeild Føroya Lærarafelags ogFøroya Skúlabókagrunnur. Tórshavn 1999.