Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 156

VARMI OG ORKA
154
Felagsroynd. Varmi krevst at gera damp
Ein vattkloddi verður vundin um niðara enda á
termometrinum. Vattið seta vit fast við elastikki.
So verður eitt sindur av acetone stoytt á vattið,
meðan vit eygleiða termometrið.
Ein næmingur lesur hitan og sigur frá, hvørja ferð
hitin er fallin eitt stig. Úrslitini verða skrivað á talv-
una so hvørt.
Tá ið hitin er fallin nøkur stig, verður termo-
metrið sveiggjað aftur og fram í luftini. Tá sæst,
at hitin fellur skjótari.
Dryppar tú eitt sindur av spritti á hondina, merkir
tú beinan vegin, at hondin kólnar.
Dryppa vit eitt sindur av
spritti á hondina, kólnar
hondin skjótt, tí orkan
at gera sprittdampin
verður tikin úr hondini.
Mýl í føstum evni
Mýl í løgi
Mýl í gassi
Hiti og mýlrørslur
Í
Alisfrøði og evnafrøði 1
lósu vit um mýl og mýl-
rørslur í føstum evni, løgi og gassi. Vit brúktu tá
mýl sum felagsheiti fyri mýl, atom og jonir. Tað
fara vit eisini at gera her.
Í føstum evnum sita mýlini hvørt á sínum plássi
og darra. Hægri hitin er, skjótari darra tey. Í løgi
sita mýlini ikki føst, men flyta seg runt í løgnum,
skjótari tess hægri hitin er. Í gassevni flyta mýlini
seg frítt hvørt um annað, skjótari tess hægri hitin
er.
Hitin í einum evni er rætt og slætt eitt mál fyri
miðalferðina á mýlunum.
1...,146,147,148,149,150,151,152,153,154,155 157,158,159,160,161,162,163,164,165,166,...222
Powered by FlippingBook