Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 159

VARMI OG ORKA
157
Hví veksur hitin, tá ið dampur aftur
verður til løg
Vit vita nú, at orka er goymd í dampi, og at damp-
urin gevur orkuna frá sær, tá ið hann aftur verður til
løg. Eisini tað kunnu vit greina við mýlrørslunum.
Tá ið ein steinur dettur í leysum lofti, fær hann
meiri og meiri ferð. Tað ger tyngdin, sum togar í
steinin.
Tá ið dampur tættist til løg, fáa dampmýl, sum
koma yvirflatanum í løgnum ov nær, meiri ferð.
Tað er, tí at mýlini í løgnum draga dampmýlini at
sær.
Tey dampmýlini, sum verða fangað í løgnum, hava
soleiðis ov nógva ferð, tá ið tey koma í løgin. Tí
veksur miðalferðin á mýlunum í løgnum, t.e., løg-
urin ornar og kann lata umhvørvinum orku.
Munur á hita og varma
Eitt termometur, sum verður sett í kókandi vatn,
vísir, at hitin í vatninum er 100°C, sama um vit
kóka vatnið í einari stórari grýtu ella einari lítlari
kolbu.
Hitin sigur okkum nakað um miðalferðina hjá
mýlunum í ílatinum. Hann sigur okkum einki um
varmaorkuna í ílatinum, um hon er nógv ella lítil.
Ein steinur, sum dettur í leysum lofti, fær
meiri og meiri ferð. Soleiðis er eisini við
einum dampmýli, sum verður drigið at
yvirflatanum í løgi.
Dampur
Løgur
Tann varmin – t.e. varmaorkan – sum er í ílatinum,
er heft at bæði hita og mýltali. Varmin er mál fyri
alla orkuna, sum er goymd í rørslunum hjá
øllum
mýlum
í ílatinum.
Hitin í einum evni er mál fyri miðal-
ferðina, sum mýlini í evninum hava.
Varmin í einum evni er mál fyri alla
orkuna, sum er goymd í evninum.
Varmin stendst av, at mýlini røra seg.
1...,149,150,151,152,153,154,155,156,157,158 160,161,162,163,164,165,166,167,168,169,...222
Powered by FlippingBook