Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 53

TILGONGDIR ÍMILLUM LUFT, VATN OG METAL
51
Rustur
Vit vita, at jarn rustar, verður tað ikki vart fyri
luft og vætu. Rustur er reyðbrúnur á liti. Hann er
evnasamband ímillum jarn, oxygen og hydrogen.
Rustur er poknutur; hann kann ikki forða fyri, at
jarnið innanfyri fær samband bæði við luft og
vætu. Tí etur rusturin seg longri inn í tilfarið.
Hildið verður, at um leið fjórðingurin av øllum
jarni endar sum rustur.
Ætla vit at minka rustpláguna, mugu vit forða
luftini at sleppa at jarninum. Vit mugu annað-
hvørt mála jarnið ella leggja onnur harðførari
evni uttan á tað, t.d. nikkul, krom ella zink.
Onnur metal-oxid
Vit skulu her nevna nøkur onnur kend metal-oxid:
CaO er calcium-oxid (brent kálk), sum verður
brúkt í mørtli og sementi.
Pb
3
O
4
er blýggj-oxid (múnja), sum verður brúkt
til rustverju.
As
2
O er arsen-oxid (arsenikk), tað er eiturevni.
Fe
2
O
3
er jarn-oxid (jarnmálmur), sum er grótslag,
sum jarn verður vunnið úr.
Rustplágan fer við fjórðinginum av øllum
jarni, sum verður gjørt.
Jarnmálmur.
1...,43,44,45,46,47,48,49,50,51,52 54,55,56,57,58,59,60,61,62,63,...222
Powered by FlippingBook