Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 59

SÚRT OG BASISKT
57
Sitrónin er nógv súrari enn súreplið.
Við einum indikatorstrimli ber til at
vita, um mjólkin er súr.
Súrt
Øll eru samd um, at ein sitrón er
súr
at bíta í.
Helst eru vit eisini samd um, at tað øvugta av
súrum er søtt. Men soleiðis siga vit ikki í evna-
frøðini. Her verður tað øvugta av súrum nevnt
basiskt
, og tað, sum hvørki er súrt ella basiskt, er
nevtralt
.
Evni, sum eru basisk, smakka nakað sum sápa.
Men vit kunnu sjálvandi ikki líta á smakkin, tá ið
vit skulu vita, um eitt evni er súrt ella basiskt.
Evnini kunnu vera eitrandi, og ein høvuðsregla í
evnafrøðini er, at vit koyra ikki eitt evni í munn-
in, uttan so at vit vita, at tað er vandaleyst. Í stað-
in brúka vit
indikatorpappír
, at vita um ein løgur
er súrur ella basiskur. Indikatorpappírið er ein
strimmil, sum er viðgjørdur við ymsum evnum
– oftast plantuúrdráttum – so hann fær ymsan lit,
alt eftir hvussu súrur løgurin er.
Felagsroynd. Indikator-pappír
Ein dropi av sitrónsaft verður dryppaður á indika-
torstrimmilin. Tað sæst, at pappírið verður reytt á
liti. Vit kundu eisini havt nýtt edik.
Ein annan strimmil væta vit við sápuvatni. Hann
verður bláur á liti.
Í vatni úr krananum verður strimmilin verandi gul-
ur, ella kanska eitt sindur av grønum hómast á
honum.
Huff, sum hetta var súrt!
Lat meg vita, um mjólkin
er súr, mamma!
Hon er gallsúr!
1...,49,50,51,52,53,54,55,56,57,58 60,61,62,63,64,65,66,67,68,69,...222
Powered by FlippingBook