Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 69

SØLT – ÚR METALI OG S†RU
67
Loysa vit magnesium í saltsýru, fáa vit
saltið magnesiumchlorid, MgCl
2
.
H
+
-jonir og pH-virði
Tá ið vit upploysa sterkar sýrur í vatni, verða tær
fullkomiliga sundurskildar í jonir. Í veikum sýr-
um harafturímóti er sundurskiljingin ikki full-
komin. Bara ein partur av veiku sýruni fer sundur
í jonir. Í veikum sýrum eru tí ikki so nógvar H
+
-jonir í hvørjum millilitri sum í einari sterkari sýru.
Í veikari sýru er pH-virðið tí ikki so lágt sum í
sterkari sýru. Tað eru H
+
-jonirnar, sum áseta pH-
virðið. Fleiri H
+
-jonirnar eru, sterkari er sýran, og
lægri er pH-virðið.
Vit hava sæð, at magnesium kundi fáa hydrogen-
ið úr sýru. Soleiðis ber til at gera sýru vandaleysa.
Tú sleppur at royna hetta við royndum í arbeiðs-
bókini.
Sølt
Tá ið magnesium reagerar við saltsýru, missir
hvørt Mg-atom tvær elektronir og verður til eina
Mg
2+
-jon. H
+
-jonirnar fara við elektronunum, og
frítt hydrogen verður gjørt. Fríu hydrogenatomini
finna saman tvey og tvey og verða til hydrogen-
mýl H
2
, sum bløðra upp úr løgnum.
Tá ið allar hydrogen-jonir soleiðis eru horvnar,
eru bara Mg
2+
-jonir og Cl
-jonir eftir í løgnum,
sum tá hevur pH-virðið 7.
Reaktiónstalvan er:
Verður nú vatnið kókað burtur úr løgnum, síggjast
klumpar av saltinum magnesiumchloridi, MgCl
2
,
á botninum. Evnið er gjørt úr jonum, sum halda
hvør aðrari fastari í einum jongittari á sama hátt,
sum vit hava nevnt í sambandi við NaCl.
Lata vit á sama hátt zink Zn í saltsýru HCl, fáa vit
í staðin saltið zinkchlorid, ZnCl
2
.
Reaktiónstalvan er:
Zn + 2HCl
ZnCl
2
+ H
2
Hesar tilgongdirnar at lata metal í
sýru, kunnu vit sjálvandi eisini
brúka at gera frítt hydrogen.
Mg + 2HCl
MgCl
2
+ H
2
1...,59,60,61,62,63,64,65,66,67,68 70,71,72,73,74,75,76,77,78,79,...222
Powered by FlippingBook