Eg skrivi 4 - page 5

5
Formæli
EG SKRIVI 4, við undirheitinum:
Skrivligt
føroyskt til miðdeild,
er 4. bókin í røðini av
rættskrivingar- og mállæruheftum til
miðdeild fólkaskúlans. Mállæruheftini eru
ikki ætlað ávísum floksstigi, men kunnu
vegleiðandi nýtast úr 5. flokki (ella seint í 4.
flokki) upp í 7. flokk, so sum lærarin heldur
vera hóskandi.
Væntandi verða eini 2-4 hefti árliga alt
eftir, hvussu stór heftini verða, og nær ið
byrjað verður í miðdeildini.
Í øllum mállæruheftunum verða mál-
læruuppgávur, fyrisøgn, uppgáva til fyri-
søgn, aftursøgn og ymsar stuttligar upp-
gávur.
Mállæran í EG SKRIVI 4 byggir á tað, sum
næmingarnir hava lært í teimum fyrru
bókunum.
Gjøgnum alla bókina havi eg lagt dent á
at fáa næmingarnar at skilja tað, teir gera,
heldur enn at teir t.d. benda eina ørgrynnu
av orðum uttan at hugsa um, hví hesi orð
verða bend so ella so.
Í øllum bókunum eru partar, nevndir
„Skrínið“. Hesir partar taka saman um tað,
ið næmingarnir áður hava arbeitt við, so til
ber at fylgja við, um næmingarnir minnast
til tað, sum teir hava lært.
Fyrisagnirnar eru gjørdar sum innskriving-
arfyrisagnir á tvinnanda torleikastigum
. Men
er onkur næmingur, ið er førur fyri at skriva
fyrisøgnina sjálvur, ber sjálvandi til, at
næmingurin skrivar fyrisøgnina í eitt
skrivihefti. Summar fyrisagnir eru so mikið
langar, at tær verða ikki skrivaðar í einum.
Her veldst um hvønn einstakan lærara, um
hann skrivar fyrisøgnina í tveimum, ella um
hann heldur loypur okkurt um.
Gjørt verður
vart við, at fyrisagnirnar, so sum tær eru ætlaðar
at skriva á teimum báðum torleikastigunum, eru
lagdar hjá í hesari útgávuni.
Fyrireikandi uppgávur eru til allar fyri-
sagnir. Her eigur at verða lagdur stórur
dentur á, at næmingarnir stava orðini rætt í
sjálvari fyrireikingini.
EG SKRIVI umfatar ta mállæru og rætt-
skriving, sum eftir leiðbeinandi lesiætlan
krevst til miðdeild fólkaskúlans.
Heftini eru býtt sundur í partar, ið hava
somu heiti sum partarnir í teimum trimum
„Kom og skriva“-bókunum. Hava næming-
arnir arbeitt við hesummállæruheftum, sum
nú verða givin út, kunnu lærari og næming-
ar vera vísir í, at næmingarnir t.d. hava lært
at finna umsøgn og grundorð, áðrenn teir
verða bidnir um tað í „Kom og skriva“-
bókunum.
Lat meg leggja dent á, so at eingin mis-
skiljing skal vera, at tað ber væl til hjá øllum
næmingum at arbeiða við EG SKRIVI-
heftunum, sama um teir brúka oman fyri
nevndu bókarøðina ella ikki.
Hóskandi er, at 1-2 undirvísingartímar
verða nýttir um vikuna, alt eftir hvussu
langir partarnir eru, og um fyrisøgn ella
aftursøgn er við í partinum. Til ber eisini at
lata næmingarnar fyrireika fyrisøgnina
heima við hús.
Tær stuttligu uppgávurnar – so sumkross-
orð, orðagátur, villiniborgir og uppgávur at
finna villur – eru eykauppgávur. Nakrar eru
beinleiðis knýttar atmállæruni, arbeitt verður
við, aðrar ikki. Til ber tí at siga, at um
næmingarnir ikki hava tíð at arbeiða við
hesum uppgávum í skúlanum, kunnu teir
gera tær lidnar heima við hús. Tó haldi eg, at
næmingarnir eigaat sleppaat loysahesarupp-
gávur í skúlanum eisini, kanska serliga tí, at
hesar uppgávurnar eru øðrvísi enn hinar.
Sum nakað nýtt eru í hesum heftinum
nakrar síður við
eykauppgávum.
Ætlanin við
hesum síðum er, at næmingar, ið arbeiða
skjótt kunnu halda á at arbeiða á eyka-
síðunum, tá ið teir eru lidnir við tað, teir
skulu gera. Soleiðis slepst kanska undan, at
skjótir næmingar sita og bíða eftir hinum.
I,II,1,2,3,4 6,7,8,9,10,11,12,13,14,15,...66
Powered by FlippingBook