Eg skrivi 4 - page 6

6
Eykauppgávurnar aftast í bókini eru sostatt
ikki ætlaðar øllum næmingunum.
Í innihaldsyvirlitinum ber til at síggja,
hvørjum mállæruevni arbeitt verður við í
hvørjum einstøkum parti.
Vegleiðing
er skrivað í hvørjum heftinum
sær (í hesum heftinum á bls. 61-64). Í
vegleiðingini verður greitt frá, hvussu
høvundurin hevur hugsað sær, at arbeiðast
kann við teimum ymisku síðunum, hvussu
uppgávurnar kunnu loysast, og í einstøkum
førum hví uppgávurnar eru júst soleiðis
gjørdar og ikki øðrvísi.
Vónandi faraEG SKRIVI-bøkurnar at
stuðla og eggja næmingunum at kunna seg
væl og virðiliga um tað føroyska málið, her
undir føroyska mállæru og rættskriving, so
at næmingunum fellur lætt og raðið at
orðbera seg á góðum og tíðarbærum før-
oyskum máli, bæði í talu og skrift.
Høvundurin
I,II,1,2,3,4,5 7,8,9,10,11,12,13,14,15,16,...66
Powered by FlippingBook