7
Formæli
Lærarabókin til
Kristni 9
er ætlað sum eyka tilfar til læraran. Hugskotið við
tilfarinum er, at við næmingabókini og lærarabókini til
Kristni 9
hevur lærarin
tað tilfarið, honum tørvar, og hevur ikki fyri neyðina at leita fram annað tilfar
fyri at fylgja námsætlanini í kristnikunnleika og átrúnaði. Lærarabókin fylgir
kapitlunum í bókini.
Tað er upp til hvønn einstakan lærara, hvussu hann leggur sína frálæru til
rættis. Men tað, vit hava hugsað við tilfarinum, er at geva næmingunum eina
vitan, samstundis sum vit leggja upp til at fáa samrøðu í lag, lærara og næming
ímillum og eisini næmingarnar sínámillum.
Í lærarabókini eru endamál og førleikakrøv í kristni eftir 9. flokk. Samandráttir,
spurningar og uppgávur, sum eru eftir hvønn kapittul í næmingabókini, eru
endurtikin í lærarabókini. Harumframt eru onnur hugskot til arbeiðshættir.
Í lærarabókini eru eisini greiningarfrymlar til myndir og myndlist, filmar og
sálmar.
Aftast í bókini eru uppskot til sálmar og sangir, bæði føroyskar og útlendskar,
yvirlit yvir viðkomandi filmar í Námi, myndalisti og keldulisti.
Á snar.fo/kristni9 eru allir greiningarfrymlarnir, sum eru í lærarabókini. Á
heimasíðuni eru eisini føroysku málningarnir, sum eru í næmingabókini, og
nettøkar uppgávur, umframt tilfar til nakrar av uppgávunum í lærarabókini.
Charlotta Thorsteinsson og Paulina Andreasen