Kristni 9 - Lærarabók - page 9

9
Førleikamál í fólkaskúlanum
Eftir 9. flokk skulu næmingarnir duga:
Átrúnaður, lívsfatan og siðfrøði
1. at lesa, lýsa og greina átrúnaðarligar, lívsfilosofiskar og siðfrøðiligar tekstir
2. at brúka fakligt mál
3. at skilja mun á hugvísindum og náttúruvísindum
4. at meta um átrúnaðarligan, lívsfilosofiskan og siðfrøðiligan hugburð og
atferð
5. at lýsa týdningin av átrúnaði, lívsáskoðan og siðalæru hjá tí einstaka og í
samfelagnum
6. at greiða frá og samtala um tilveruspurningar
Týðandi bíbliutekstir og frásagnir
1. at brúka Bíbliuna sum tekstsavn
2. at greiða frá, greina og tulka søgugongdina í Bíbliuni
3. at leita og finna viðkomandi tekstir í Bíbliuni
4. at greina og tulka ymisk tekstsløg
5. at meta um týdningin av bíbilskum tekstum í samfelagsligum og
mentanarligum høpi.
Høvuðstættirnir í kristnari trúgv, list og mentan í søguligum og
nútíðarligum høpi
1. at greina, tulka og meta um týðandi søguligar og nútíðar tekstir um
kristnu trúnna
2. at greina høvuðstættirnar í kristindóminum
3. at greiða frá týdninginum av halgisiðum, ritualum og sakramentum
4. at greiða frá kristnari bøn og meditatión
5. at tulka átrúnaðarlig tekn, ímyndir og súmbol
6. at greina og tulka sálmar, sangir, yrkingar, vísur og kvæði við átrúnaðar-
ligum innihaldi
7. at viðgera ymisk sløg av kristnum tónleiki
8. at viðgera kristna list, málningar, skulpturar o.a.
9. at viðgera kristna leiklist, film, sangleik, myndir o.a.
Kirkjusøga
1. at greiða frá søguni hjá kristnu kirkjuni
2. at greiða frá føroyskari kirkju- og samkomusøgu
3. at greiða frá átrúnaðarligum felagsskapum
Heimsátrúnaðir og lívsáskoðanir
1. at greiða frá, lýsa og greina heimsátrúnað
2. at greiða frá, lýsa og greina átrúnaðarligar rørslur, felagsskapir og lívs-
fatanir í heiminum við tolsemi og virðing í einum fjølbroyttum og
fólkaræðisligum samfelagi.
1,2,3,4,5,6,7,8 10,11,12,13,14,15,16,17,18,19,...148
Powered by FlippingBook