Landafrøði 2 - page 29

JØRÐ, MATUR OG LANDSLAG
29
Húsdýrahald
Nógvastaðni kring heimin liggur ikki væl fyri at velta jørðina. Veður­
lagið er alt ov kalt ella turt. Har verður búnaðarjørðin í staðin brúkt til
beiti hjá fenaði, tað vil siga húsdýrahald.
Fenaðurin, sum gongur á beiti, kann vera neyt, seyður, geitir, kamel­
ar, dromedarar, jakkneyt ella lamur. Kjøt, ull, mjólk og blóð hevur
mest at siga av tí, sum fæst burtur úr húsdýrahaldi.
Í stórum ella smáum
Í nógvum londum eru stórir garðar við húsdýrum. Teir verða eisini
nevndir ransjir. Har hava tey ógvuliga nógvan fenað, serliga neyt til
at fáa kjøt. Teir flestu av hesum stórgørðunum flyta út kjøt til aðrar
heimspartar.
Slíkir stórgarðar eru serliga í USA, Argentina, Uruguai, Brasil,
Avstralia og Suðurafrika.
Aðrastaðni í verðini er vanligt, at hvør familja hevur eitt ella nøkur
Heimsins størsti marknaður fyri kríatúr,
Mercado de Liniers í Buenos Aires,
Argentina. Marknaðurin er líka stórur
sum 50 fótbóltsvøllir, og ein vanligan
dag verða 10.000 dýr seld her.
I...,19,20,21,22,23,24,25,26,27,28 30,31,32,33,34,35,36,37,38,39,...148
Powered by FlippingBook