Landafrøði 2 - page 24

Landafrøði snýr seg millum annað um, hvussu ymiskar mentanir verða til á
ymiskum støðum Og hinvegin, hvussu ymiskar mentanir skapa ymisk støð
Ein týðandi partur av mentanini er málið Hugsa bara um, hvønn týdning tað
føroyska málið hevur fyri føroyska mentan
Málið broytist eitt sindur alla tíðina Nú á døgum tosa fólk øðrvísi,
enn tey gjørdu fyri 100 árum síðan Tá vóru ikki nógv, sum dugdu nakað
fremmandamál umframt danskt, og dugdu tey nakað, var tað kanska týskt
ella franskt Í okkara tíð duga næstan øll enskt
Fyri 100 árum síðan vóru heldur ikki nógv, sum vóru flutt til Føroya úr
øðrum londum Hesi seinastu árini eru fólk flutt higar úr nógvum ymiskum
londum Kortini eru nógv færri tilflytarar í Føroyum enn í grannalondum
okkara, har tilflytarar og børn teirra eru 10–20 prosent av fólkinum
VIT SETÐGA Á:
Av Nýguinea til Rinkeby
Nógv mál í heiminum
Tað er ikki lætt at siga, hvussu nógv tungumál eru til í
heiminum, millum annað tí at tað ikki altíð er so lætt at
avgera, hvat er eitt mál, og hvat er eitt málføri. Nógvir
málgranskarar halda, at tað munnu vera um leið 7000
ymisk mál í heiminum. Men alla tíðina doyggja mál út;
hildið verður, at aðru hvørja viku doyr eitt mál.
Lítið land, nógv mál
Papua Nýguinea er ein stór oyggj í
Kyrrahavinum, og har búgva um leið 5
milliónir fólk. Kortini er einki einstakt
land í heiminum, har so nógv ymisk
mál verða tosað. Har eru kanska upp
í 820 ymisk mál. Orsøkin er, at landið
er eyðkent av høgum fjøllum og
djúpum dølum, sum harafturat eru
fjaldir av frumskógi, og tað ger tað
enn torførari at ferðast. Hetta ber í
sær, at nógv fólk liva avbyrgd í sínum
dali og sleppa ikki til hinar dalirnar.
Tey hava verið so avbyrgd, at hvør dalur
hevur ment sítt egna mál.
Nógv mál eru einans til sum talumál.
Rættiliga nógv mál verða skrivað við tí
latínska stavraðnum, ið er tað sama, sum
vit brúka. Onnur mál verða skrivað við
øðrum stavrað ella aðrari skriftskipan.
I...,14,15,16,17,18,19,20,21,22,23 25,26,27,28,29,30,31,32,33,34,...148
Powered by FlippingBook