Landafrøði 2 - page 16

16
HEIMSINS ÍBÚGVAR
Ein onnur orsøk til tann høga føðitíttleikan kann vera, at fólk ikki
brúka fyribyrgjandi evni. Tað kann vera torført at fáa hendur á teimum,
ella kanska vilja fólk ikki brúka fyribyrgjandi evni, til dømis vegna
átrúnað.
Hvat verður gjørt fyri at minka um fólkavøksturin
Summi lond hava roynt at seta ymisk tiltøk í verk fyri at minka um
fólkavøksturin. Millum annað hava tey býtt út ókeypis fyribyrgjandi
evni og havt átøk fyri at fáa fólk at lata seg sterilisera, so at tey ikki
kunnu fáa fleiri børn. Í onkrum londum hava tey enntá ásett ein hægri
giftingaraldur og gjørt tað revsivert at fáa meira enn eitt barn.
Royndirnar at fáa fólk at fáa færri børn hava ofta havt ringar avleið­
ingar. Mátin, sum hevur givið best úrslit, er at bøta um lívskorini hjá
fólki, eins og í teimum ríku londunum. Tá ið fólk hava tað betri, fáa
tey færri børn. Tað eru eisini fleiri børn, sum koma undan á lívi, og
samstundis er ikki líka neyðugt, at tey arbeiða fyri familjuna ella eru
trygdin hjá gomlum foreldrum.
Í londum, har brádligur búskaparvøkstur hevur verið, sæst hetta týði­
liga. Fyri 50 árum síðan var fólkavøksturin í Suðurkorea 2,8 prosent
um árið (ein av teimum størstu í verðini, um tað hevði verið nú á døg­
um). Men nú er hann lægri enn í Norðurlondum.
Sjálvt í fátækum londum er gongdin tann sama. Í 1970 áttu konur í
fátækum londum í miðal millum fimm og seks børn í part. Í 2000 var
talið minkað til 2,9 børn í miðal.
Lágur deyðstíttleiki - eitt eyðkenni fyri vælferð
Áhaldandi fólkavøkstur kann vera eitt vandamál fyri framtíðina og fyri
umhvørvið, men nógvastaðni í verðini er høgur deyðstíttleiki eitt enn
størri vandamál. Deyðstíttleikin er minkaður nógvastaðni, men fram­
vegis doyggja nógv smábørn. Í summum londum í Afrika doyr fimta
hvørt barn, tað er 20 prosent, áðrenn tey eru 5 ára gomul. Í Føroyum er
talið minni enn 0,3 prosent. Talið fyri barnadeyða verður ofta brúkt at
máta vælferðina í einum landi.
Sjúkur, sum drepa
Ein tann álvarsamasta sjúkan í heiminum er malaria. Tað er ein fepur­
sjúka, og smittan verður borin við mýggjabitum. Um leið tríggjar milli­
ónir fólk doyggja hvørt ár av malariu. Tey flestu sleppa undan sjúkuni
á lívi, men kortini er hon ofta ein dyggur smeitur, tí tey sjúku eru leingi
óarbeiðsfør.
Kvinnur ”mangla”.
Í flestøllum londum eru eitt
sindur fleiri kvinnur enn
menn; tað er einamest av
tí, at kvinnur vanliga liva
longur enn menn. Í Kina og
fleiri øðrum londum í Asia
eru munandi fleiri menn enn
kvinnur. Tað kann koma
av tí, at har er ikki líka góð
umsorgan fyri smágentum,
ella at nógv fleiri gentufostur
verða aborterað. Útrokningar
vísa, at hetta hevur havt við
sær, at um leið 100 milliónir
kvinnur “mangla”.
Í Føroyum er tað soleiðis,
at einans í aldursbólkinum 75
ár og eldri eru fleiri kvinnur
enn menn. Í aldursbólkinum
0–74 ár eru um leið 2.500 færri
kvinnur enn menn. Munurin
er størstur í aldursbólkinum
20–29 ár, har tað eru um leið
3 kvinnur fyri hvørjar 4 menn.
Fremsta orsøkin til hendan
ójavnan er, at fleiri kvinnur
enn menn flyta av landinum.
I...,6,7,8,9,10,11,12,13,14,15 17,18,19,20,21,22,23,24,25,26,...148
Powered by FlippingBook