Landafrøði 2 - page 6

6
ÄR DU RELIGIÖS?
Landafrøði - hvat er tað
Hvat hugsar tú, tá ið tú hoyrir orðið landafrøði? Hugsar tú um
kort, hvar tey ymsu londini eru, hvussu høvuðsstaðirnir eita,
hvussu langar áirnar eru, ella hvar gosfjøll eru?
Um tú hugsar soleiðis, so hugsar tú bara um ein lítlan part av
lærugreinini. Landafrøði, sum á fremmandamáli eitur geografi, er
so nógv meira.
Lýsir og greinar
Orðið geografi kemur úr grikskum og merkir nakað tað sama sum
at lýsa jørðina. Tað er ein góð merking, tí hetta er júst tað, sum
lærugreinin snýr seg um.
Í geografi ella landafrøði leggja vit okkum eftir at lýsa, hvussu
jørðin sær út við áum, vøtnum, strondum, fjøllum, bygdum, býum,
londum, vegum og nógvum øðrum. Vit royna eisini at greina,
hví til dømis regnskógir og oyðimerkur eru. Hví jarðskjálvtar og
eldgos eru. Hví tað er fjølbygt summastaðni á jørðini og fólkatómt
aðrastaðni og so framvegis.
Tá ið tú lesur landafrøði, lærir tú um, hvussu menniskjuni gagn­
nýta jørðina, og hvussu heimurin broytist. Tað kann snúgva seg
I,II-1,2,3,4,5 7,8,9,10,11,12,13,14,15,16,...148
Powered by FlippingBook