Landafrøði 2 - page 3

L
andafrøði snýr seg um títt lív,
umhvørvið, har tú býrt, og um tína
framtíð. Landafrøði snýr seg um heimin og
um menniskjuni, sum liva her.
Hendan bókin er fyrst og fremst um tað, sum vanliga verður
nevnt mentanarlandafrøði ella samfelagslandafrøði. Hon er
um, hvussu menniskju støðugt ávirka og broyta jørðildið. Í
bókini verður viðgjørt, hvussu nógv fólk liva í hvørjum øki,
hvussu tey velta jørðina, hvussu býir verða bygdir, og hvussu
ídnaður fer fram. Eisini verður viðgjørt, hvussu politiskar
avgerðir ávirka mátan, sum menniskjuni gagnnýta jørðina.
Vælkomin til lærugreinina um verðina!
Latið okkum kanna jørðina, sum vit liva á!
Peter Kinlund Maria Bergman
I,II-1,2 4,5,6,7,8,9,10,11,12,13,...148
Powered by FlippingBook