Landafrøði 2 - page 7

ÄR DU RELIGIÖS?
7
um, hvat vit dyrka ella velta, ella hvussu vit brúka náttúrutilfeingi
sum vatn, olju og jarnmálm. Tú leitar eisini eftir svari á spurningum
sum: Hvussu sá tað út fyrr í tíðini? Hvat hendir á jørðini nú á døgum?
Hvussu verður tað í framtíðini? Broytist veðurlagið í heiminum, og
um so er, hví? Verður nóg mikið av mati til vaksandi fólkatalið? Fara
teir stóru skógirnir at hvørva? Hví flyta ídnaðarfyritøkur úr teimum
gomlu ídnaðarlondunum út í onnur lond? Hví eru so nógvir stórir
býir í verðini?
Landafrøði snýr seg ikki altíð um allan heimin. Hon kann eisini
nema við títt egna umhvørvi. Hvat hendir til dømis við ferðsluni eftir
skúlavegi tínum? Skulu hús verða bygd á øllum teimum grønu blett­
unum í býnum? Verður sjógvurin á firðum og sundum dálkaður?
Gevur innlit
Við kunnleika í landafrøði skilir tú betur, hví vatnflóð er, hví kríggj
bresta á, ella hví so nógv fólk flyta úr heimbygdum sínum til býir ella
onnur lond.
Kunnleiki í landafrøði hjálpir tær eisini at skilja, hvussu fólk í
kommununi hugsa, tá ið tey taka avgerðir um øki til nýggj hús,
skúlar og vegir.
Við kunnleika í landafrøði verður lættari at skilja heimin og tilveruna.
I,II-1,2,3,4,5,6 8,9,10,11,12,13,14,15,16,17,...148
Powered by FlippingBook