Landafrøði 2 - page 10

10
HEIMSINS ÍBÚGVAR
Órættvísi - eitt stórt vandamál
Tað er ikki tann stóri fólkavøksturin í fátæku londunum, sum kann vera
ein vandi, men heldur tað órættvísa býtið av vælferðini í heiminum.
Fólk í teimum ríku londunum eru ein størri hóttan móti framtíðini hjá
jørðini, enn tey fátæku fólkini eru, halda nógv.
Í India veksur fólkatalið við 18 milliónum um árið, og í USA er
fólkavøksturin 2–3 milliónir um árið. Men hyggja vit at, hvør brúkar
meiri av tilfeinginum á jørðini, so er svarið, at tað gera tey fólkini, sum
fólkatalið í USA er vaksið við, hóast tey eru nógvar ferðir færri enn tey,
sum fólkatalið í India er vaksið við. Granskarar hava víst á, at hungur og
sjúkur heldur standast av órættvísi enn av fólkavøkstri. Nógv bendir á,
at tað júst er fólkavøksturin, sum hevur elvt til menning og framgongd
í heiminum, tí hann hevur noytt menniskjuni at finna nýggjar mátar at
reka landbúnað og at gera uppfinningar.
Ein týðandi spurningur er, um hvør nýggj menniskja í verðini fremur
menning og framgongd, ella um hon tærir burtur av tí avmarkaða
tilfeinginum á jørðini.
Á hvønn hátt kann menniskjan vera eitt tilfeingi ella ein byrða, ella
kanska bæði í senn?
?
Tá fólkatalið veksur ella minkar
Í Føroyum hevur verið ein javnt stórur fólkavøkstur alla 19. øld og
meginpartin av 20. øld. Árini 1951–1989 var vøksturin um 1% um árið. Fyrru
helvt av 1990-árunum fluttu fólk í hópatali av landinum av búskaparliga
skrædlinum, og tá minkaði fólkatalið í miðal 1,6% um árið. Eftir hetta flutti
ein partur, sum svarar til ein triðing, aftur til Føroya, og fram til 2003 vaks
fólkatalið 1,3% um árið. Men frá 2004 er fólkavøksturin minkaður niður í
einki, og síðan 2009 hevur verið ein minking, sum er í miðal 0,2% um árið.
Tó vaks fólkatalið í 2013 við 0,3%.
Í Danmark, Noregi, Svøríki, Álandi og Finnlandi er fólkatalið hesi seinastu
árini vaksið við millum 0,1% og 0,3% um árið. Tað vil siga, at um vøksturin
hevði hildið fram við somu ferð, so hevði fólkatalið verið um leið tvær
ferðir so stórt um 500 ár.
Í Madagaskar er fólkavøksturin um leið 3% um árið. Tað merkir, at um hann
hevði hildið fram, hevði fólkatalið verið dupult so stórt um eini 50 ár. Men
alt bendir á, at fólkavøksturin har fer at minka skjótt komandi árini.
Í Kina, sum er heimsins fólkaríkasta land, er fólkavøksturin minkaður
ógvuliga skjótt. Í 2011 vaks fólkatalið við um leið 0,5%. Hetta kann verða
samanborið við USA, har fólkavøksturin er um leið 1% um árið.
I...,II-1,2,3,4,5,6,7,8,9 11,12,13,14,15,16,17,18,19,20,...148
Powered by FlippingBook