Landafrøði 2 - page 8

8
HEIMSINS ÍBÚGVAR
Heimsins
fólk
Fyri tvey túsund árum síðan vóru um leið 250
milliónir menniskju á jørðini. Tá í tíðini vaks
fólkatalið á jørðini sera spakuliga. Deyðatalið var
høgt og miðallivialdurin lágur.
Tað var ikki fyrr enn fyrst í 19. øld, at fólkatalið
kom upp á eina milliard. Síðan vardi tað
góð hundrað ár, til tað varð tvær
milliardir. Longu í 1961 var
fólkatalið vaksið til tríggjar
milliardir, og í 1999 var talið
dupult so stórt. Í 2011 fór
fólkatalið á jørðini upp um
7 milliardir.
Menniskju - tilfeingi
ella byrða
Fyri nógvum árum síðan varð hildið, at jørð­
in ikki megnaði eitt størri fólkatal, og at álvarsom
tiltøk máttu verða sett í verk at steðga tí stóra fólka­
vøkstrinum. Hildið varð, at ov nógv fólk vóru á jørðini, at hon
var ovfólkað. Tosað varð um, at av hesum kundi standast ein
íbúgvakreppa, sum fór at elva til fátækadømi, hungur og sjúkur.
Nú er støðan í flestum londum tann, at fólkatalið veksur ikki
líka skjótt, sum tað hevur gjørt; og mett verður, at fólkavøkst­
urin fer at steðga um eini 40–50 ár. Fólkavøksturin er størstur í
teimum fátæku pørtunum av heiminum. Í nógvum ríkum lond­
um veksur fólkatalið als ikki, og summastaðni minkar tað enntá.
Í tí sambandi ber eisini til at tosa um eina íbúgvakreppu.
Á veg heim úr
skúla í Phnom
Penh í Kambodja.
I,II-1,2,3,4,5,6,7 9,10,11,12,13,14,15,16,17,18,...148
Powered by FlippingBook