Landafrøði 2 - page 65

BÝIR
65
Vánalig flutningstól - smáir býir
Fyri 19. øld vóru ikki nógvir stórir býir í verðini. Í 1850 vóru bara fýra
býir við einari millión íbúgvum ella meira. Hundrað ár seinni vóru
teir 83 býir. Og nú, góð 50 ár seinni, eru meira enn 450 milliónbýir í
verðini.
Tað var einamest tí, at eingi góð flutningstól vóru, at býirnir ikki
kundu vaksa meira, enn teir gjørdu. Tað skulu munabetri flutningstól
enn rossavognar at útvega íbúgvunum í einum stórbýi vatn og mat.
At útvega nóg mikið av reinum vatni er framvegis ein stór avbjóðing
í stórbýunum. Nógvastaðni noyðast fólk at brúka skitið vatn. Sjálvt í
Evropa mugu nógv keypa drekkivatn í fløsku, sum verður flutt til býin
frá keldum langt haðan.
Fyri 1920-árini vóru ikki nógvir bilar og bussar. Fólk, sum arbeiddu
í ídnaðinum, máttu fara til gongu til arbeiðis. Tí kundi ikki vera ov
langt ímillum ídnaðarøki og bústaðarøki. Ídnaðarfyritøkur vóru ofta
mitt inni í býunum, og tað hevði við sær álvarsama luftdálking og útlát,
til dømis frá stálverkum, verkstøðum og sláturvirkjum.
Góð flutningstól - størri býir
Tá ið jarnbreytirnar seinast í 19. øld vórðu útbygdar, og vegirnir blivu
betri, fóru býirnir at vaksa, bæði í vídd og í fólkatali. Samferðslan gjørdi
eisini, at útsjóndin á býunum broyttist.
Gjøgnum alla 20. øld eru arbeiðspláss og bústaðarøki í býunum flutt
alsamt longri hvørt frá øðrum. Tá ið fleiri bilar komu, og eisini almenn
samferðsla, so sum bussar, sporvognar og undirgrundarbreytir, bar til
at flyta ídnaðin út úr býunum. Har eru í staðin bygdir fleiri bygningar
til skrivstovur.
So hvørt sum býirnir fóru at vaksa, vaks eisini tørvurin á bústøðum.
Í nógvum býum var longu trongligt, so heldur enn at byggja enn fleiri
íbúðarhús inni í býnum, fóru tey undir at byggja bústaðir í útjaðaranum
á býunum. Í 1950-árunum og 1960-árunum vórðu nógvir forstaðir
bygdir uttan um teir stóru býirnar, serliga í Evropa og Norðuramerika.
Síðan 1960-árini eru flestu bústaðir í heiminum bygdir uttan um
miðbýirnar. Nú á døgum er støðan tann, at ein meiriluti av fólkinum í
heimsins stórbýum býr í forstøðunum og arbeiðir inni í býunum. At so
nógv fólk eiga bil, hevur eisini havt við sær, at stórar sølumiðstøðir eru
komnar uttan um flestallar býir. Samstundis er talið á handlum inni í
býunum minkað.
Forstaður við sethúsum
vestan fyri Stockholm.
I...,55,56,57,58,59,60,61,62,63,64 66,67,68,69,70,71,72,73,74,75,...148
Powered by FlippingBook